Sukursøtt á spjóti

IMG_5036

SukurSøtt á spjóti

Summar og jarberð?? Perfekt samanseting. Eg elski pannukøkur og so saman við banan, jarberjum og sjokulátu er hetta ein fullkomin dessert.

Eg havi havt foreldrini hjá mær á vitjan í Aarhus seinastu dagarnar, so tað sunna lívið bleiv lagt á hyllina. Hetta er tó ikki av tí allar ringasta, tí pannukøkurnar eru ikki av tí allar feitasta slagnum. Hetta er skjótt at gera, og er sera pyntiligt at bjóða gestum. Mínir gestir klagaðu so ikki.

Tað nýtist ikki altíð at verða so møtimikið fyri at verða leskiligt. Hetta er lætt at gera og spjótini gera tað eitt sindur stuttligari fyri eygað.

Tað sum tú hevur brúk fyri er: 

Jarberð

Banan

Sjokuláta

Smáar pannukøkur

Træspjót

Tilfar til uml. 30 pannukøkur

2 egg

2 dl mjólk

1 dl havragrýn

2-3 dl av mjøli (alt eftir hvussu tjúkkar tær skulu vera)

1 tsk sukur

1 tsk bakipulvur

1 tsk vaniljusukur

1/2 tsk salt.

Smør til at steikja við

Arbeiðsháttur

Rør eggini og sukrið væl saman. Blandað síðani restina av turra tilfarinum saman í ein annan bolla. Rør síðani turra tilfarið spakuliga saman við eggiablandinum. Koyr smør á pannuna. Nýt ein sproytiposa um tú ynskir pannukøkurnar 100% rundar. Annars ber eisini til at brúka eina spísiskeið at meta við. Pannukøkurnar   skulu verða umleið 4-5 cm.

Endaliga úrslitið

Smelta sjokulátuna í einum vatnbað (Har tú hevur kókandi vatn í einari grýtu, og hevur sjokulátuna í einari minni grýtu, sum tú so setur í stórri grýtuna. Soleiðis brennur sjokulátan ikki)

Sker bananina í skivar og reinsa jarberjuni. Koyr taå síðani á spjótini saman við pannukøkunum og streið sjokulátuna omaná.

IMG_5020IMG_5036

Skriv et svar