SukurSøtt takkar fyri seg!

ja, hvar skal eg byrja?

Hetta hevur verið ein fantastisk ferð, men alt fær sín enda..

SukurSøtt byrjaði sum eitt óskyldugt hugskot, sum síðani bleiv til ein kavabólt sum bleiv við at rulla.. Tað hevur verið soo stuttligt og læruríkt! Eg eri komin i samband við nógv fólk ígjøgnum hesa tíðina, og eri so takksom fyri allan stuðulin. SukurSøtt hevur givið nógvar møguleikar, so sum at gera uppskriftir til Á blaðið, Ó blaðið og HON blaðið. Eg havi skrivað Brúdleyps dagbók fyri KVINNU, havt framløgu um at blogga og havt samstørv við nógvar fyritøkur, har eg havi roynt og ummælt teirra vørur.

Eisini havi eg deilt nógvar persónligar tankar og upplivingar við tykkum, bæði alt rundan um brúdleypið og ikki minst graviditetin. Hetta kendist púra natúrligt tá, men alt broyttist nú tá didda kom. Kanska er tað eitt “foreldra instinkt” at man onkursvegna hevur hug at verja hetta lítla menniskja og ikki á sama hátt loyva øllum inn í okkara bobblu.

Tað stuttligasta við at hava SukurSøtt hevur verið at skapað uppskriftir og deilt tær við tykkum. Hetta hevur verið mín drívmegi. Tað er meira enn einaferð, at onkur hevur spurt meg um eg ikki havi valt skeiva hill, tá tað kemur til mín lesna.

Eg haldi at viðkomandi hevur hinta til at sálarfrøði neyvan er tað mest kreativa til eina typu sum meg. Men eg uggi meg við, at eg altíð kann fara at hava tað at baka og skapa sum frítíðarítriv. Við SukurSøtt hevur tað glett meg at onnur eisini hava fingið gleði av mínari roynd at skapa eittvhvørt. Men tað hevur kravt sína  tíð… og nú eru tað onnur ting sum skulu koma í 1,2,3,4,5 røð. Mítt barnsburðarfarloyvi er nærum liðugt og eg fari at byrja uppá mína bachelor uppgávu og tað gleði eg meg faktiskt til. Hetta verður krevjandi, samstundis sum at didda eisini fer á stovn og okkara gerandisdagur byrjar aftur í Aarhus. Barsilsbobblan kann heldur ikki halda fram í allar ævir, so nú mugu vit lætta reyvina og koma í gongd aftur.

Komandi árið ætli eg mær, at seta fokus á at verða mamma við stórum M og fáa mína bachelor uppgávu frá hondini. Tað er so galið at mítt nýttárslyfti er, at eg skal verða meira heima og gera meg minni “klára”.. havi bitið merki í at eg ofta sigi “eg fari líka at gera meg klára..” men samstundis eri eg komin fram til at dagarnir heima í joggingklæðum og frýsutum hári eru teir allar bestu. So teir ætli eg mær at uppliva meira av. (og man eg ikki eisini fara at baka eina køku ella tvær til mannin?) Eg eeeeelski enn at baka og ætli mær bestemt ikki at steðga við tí! Hevði eg havt 20 tímar eyka í døgninum, hevði eg heilt sikkurt hildið fram, tí eg kenni meg so fulla av íblástri.

Hesi gjørdi eg so seint sum fyrradagin 😍

Eg kundi skriva fleiri síður, men haldi heldur eg bara velji at siga TAKK! Takk til tykkum sum hava lisið við, skriva uppmuntrandi viðmerkingar og eisini takk til tykkum, sum hava luttikið í kjaki og øðrum á síðini. Takk til tykkum sum hava steðga á og práta (og eisini til tykkum sum hava steðga manninum og sagt “Heyyy, tú ert maðurin hjá SukurSøtt ha?” Haha..)

Instagram profilurin og facebook síðan hjá SukurSøtt verða nokk verðandi. Ja, hví tað? Tað kann verða at eg fari at sakna SukurSøtt og alt sum fylgdi við, og tí vil eg ikki lata allar hurðarnar aftur. So um eg skuldi fingið hug at eg deilt okkurt við tykkum, so lati eg hesar báðar pallarnar standa eftir.

Men heimasíðan sukursott.com verður nokk slettað ein av komandi mánaðunum. (Eg skal líka finna útav hvussu eg fái goymt alt tilfarið, hehe…)

So við hesum takki eg fyri meg og ynski tykkum alla eydnu og gleði í 2019. Havið tað gott. Vit hoyrast, M&K

Skriv et svar