Summar ella vetur? 5 orsøkir til at veturin er mín yndis

Eg skilji á lagnum, at stormurin herjar á í Føroyum, men tað kann eisini verða huganligt at sita inni í kuldanum ha?

Fyrr dámdi mær onki væl veturin. Kanska var tað tí at eg bant tað við myrkur og kulda. Um eg hyggi aftureftir, so stressaði kuldin meg. Tað at skula verða í so nógvum klæðum, at skula verða køld tá man gekk onkra staðni, at hárið og smynkan langt síðani var sveittað burtur tá man endiliga kom fram osf. Tá hevði eg heldur ikki koyrikort, so tað var sovrigt við at taka buss, ella ganga osf. Kanska mær eisini dámdi væl at verða úti. Ella kanska ikki úti í náttúruni, men at vera úti hjá fólki, sum kravdi at man skuldi út um fyri at koma aftur og fram. Eg haldi mest tað er allur vindurin í Føroyum, sum ger munin. Man verður til ruskaður, tá man fer útum. Man hevur líkasum onki kontrol og man veit aldrin um tað brádliga fer at kava ella regna. Brádliga mugu allar ætlanir leggjast til síðis, tí man er veðurfastur og tað ikki er líkindi at fara út.img_6971

Fyrr dámdi mær betur summarið, ella ljósu tíðina, tí vit hava so at siga onki summar í Føroyum. Eg helt sum heild at alt kendist eitt sindur lættari tá man kom í summar mánaðirnar. Fólk sum heild hava eisini eitt lættari sinn í summarhálvuni. Men við summarinum fylgdi eisini ein ótti við. Ein ótti fyri at skula finna uppá okkurt at gera uttanfyri. Tann óttan haldi eg at eg kann hava enn. Tað er bundið við onkra ósikkurheit eg havi. Tað at man sær fólk úti alla tíðina og at fólk altíð gera okkurt saman við onkrum. At síggja tað, kann gera at ein skjótt kennir seg einsamallan aftur í móti. Eisini eru tað so nógv tiltøk um summarið, sum “øll” fara til. So um man heldur hevur hug at verða heima, so er man kanska “keðiligur”. Hatta eru sjálvandi fordómar, og tað er fantastiskt at merkja at eg komi longur og longur burtur frá, at leggja í hasar tankarnar. Men um eg skuldi vælt eitt stað at ferðast, so taki eg heldur eina sólferiu enn eina skiferiu.

13987298_10154489384863856_204780209_o

Eg haldi at ein av mongu orsøkunum til at mær er farin at dáma veturin, er tað at eg elski at hugna um heima hjá okkum. Tað at baka og gera góðan mat. At hava livandi ljós og hoyra regni og vindin uttanfyri. Eg haldi viiirkuliga at tað er hugnaligt. Tað er onkursvegna minni stress, tí at tað er meira ella minni ein sjálvfylgja at man er inni, tí tað er so kalt og tungt í veðrinum.

Kanska hetta eisini er ein partur av at blíva “vaksin”. Hehe.. eg hoyri at man lærur at hvíla meira í sær sjálvum og at man ikki hevur eins stóran tørv á at reikast runt tá man blívur eldri. Eg haldi at tað er okkurt um snakki. Eg haldi tað verða júst líka hugnaligt at verða heima við einum góðum døgurða og einum glasi av víni, sum at fara út á eina matstovu at eta. Sjálvandi er tað lekkurt at fara út av og á, men eg havi slett ikki sama tørvin á tí, sum eg hevði fyri nøkrum árum síðani.

Tað er fantastiskt at læra at njóta sína egnu samveru. Tað at ikki hava brúk fyri so nógvum, men heldur at hava bindindi til at djúpa seg í onkrari verkætlan, bók ella onkrum heilt øðrum. Eg haldi nemliga at veturin setur rammurnar til allar hesar hugnaligu stundirnar, sum vit ikki ordiliga hava tíð til um summarið.

So um eg skuldi tikið eina avgerð um bert eina av hesum árstíðum, so hevði eg valt veturin fram um summarið.

Hvat hevði tú valt?

Ansið eftir tykkum um tit fara út í kvøld!

M&K

Skriv et svar