Summarferia + 5 MUSTHAVES at hava við á sólferiu

Tað veit den, tað er 3.juni og eg havi fingið summarferiu! Eg haldi faktiskt at tað er nokk so craaaaazy! Ótilvitað havi eg opinbart valt eitt studie, sum hevur tær longstu feriurnar, og veist tú hvat? Eg skal ikki klaga. At verða lesandi er snøkt sagt, faaantastiskt! Eg kenni meg slett ikki ótolna, at gerast liðug. Sum eg havi hoyrt so nógv onnur siga, so eri eg eisini sannførd um, at hetta verður tíðarskeiðið eg altíð fari at hyggja aftur á við einum smíli.

Sjálvandi er tað ikki bara stuttligt, men er nakað tað?

Hesar seinastu vikurnar havi eg verið undir rættiliga stórum trýsti, men fyri at tað ikki skal verða lygn, so trívist eg rættiliga væl í tí. So nú eru tríggjar royndir farnar afturum bak, men tað veit den, eg eri eitt lítið sindur nervøs fyri at tann eina kanska ikki var heilt so góð.. Soleiðis er.. man kann ikki duga alt, og statistik dugi eg bara ikki serliga væl. Men eg krossi fingrar, og haldi fast í vónini um, at tað kanska var nokk til at eg klári tað.

Men óansæð, so havi eg fingið summarferiu í dag, og hvat skulu komandi mánaðarnir so brúkast til??

Hetta er soo typiskt! Man stressar og stressar um at skulu lesa og fyrireika seg til royndir. Men tíðin gongur soo skjótt, og áðrenn man veit av, er alt yvirstaðið. Haha… og tað sama hendir hvørja ferð. Eftir standi eg við einari tómari kenslu!! Snedugt ha? ella kennir tú til tað? Brádliga dámi eg slett ikki fríheitina, og kann fanga meg sjalva í, at føla meg ræstleysa. Men man eg ikki skjótt fara at venja meg við fríheitina? Júú tað rokni eg við. Tað veit den, summarferian er næstan líka long, sum semestrið, so eg havi nokk av tíð.

Eg havi TRÍGGJAR MÁNAÐAR SUMMARFERIU, og fyrsta stop verður í Fuerto Ventura í Gran Canaaaaria!

Tað er faktiskt longu í morgin, at eg saman við mínum fittu systkjum fari suðureftir. (Um tú ikki hevur lisið, um hvar hetta hugskotið kom frá, kanst tú lesa tað HER). Men ja, vit fara suðureftir at hyggejolla okkum í eina viku.

Leiðin gongur til Gran Canaria, og eg havi enn einaferð trupulleikar við at pakka! (SUUURPRISE!!) Náhh.. sum ikki einaferð, taki eg øll klæðini fram, og komi skjótt til eina niðurstøðu – her er ALT for nógv! Eg skal verða burtur í eina viku og havi klæðir til ein heilan mánaða. Den går ikke..

Men nøkur ting mugu við, og eg havi funnið útav hvørji tey eru. Nøkur eru bara alfa omega, og onnur eru ting, sum eg ofta gloymi og síðani endi við at keypa tá eg komi fram.

Tað fyrsta er eitt sindur sjálvsagt!

1. BIKINI!

Frata altso.. eg føli slett ikki at eg eri í bikini formi, men veist tú hvat? so er tað gott at svimjidraktin er blivin eitt HITT, tí har kann man í hvussu er fjala eitt sindur. Men faktiskt eri eg eisini komin har til, at eg ikki leggi so nógv í, um eg ikki eri topp trimmað (ikki tí eg nakrantíð havi verið tað, men anyways). Tað er eisini í fínasta ordan at rumpan er eitt sindur slaskut, og beinini hava hasi fittu holini….. náhh ja, tað kallast nokk Appilsinhúð!! Aja, sovrigt fylgir við og tað er ikki verðins undirgangur. So eg fari gleðiliga í míni mongu bikini og teir dagarnar eg ovurát til morgunmatar buffetina, so velji eg kanska svimjidraktina framum!

Eg havi tendens til at vilja keypa mær eitt nýtt bikini hvørja ferð eg fari at ferðast. Tá eg sigi eitt nýtt sett, endar tað ofta við at blíva trý.. So her er eitt sindur at velja ímillum eftir hondini. Tey nýggjastu í samlingini eru hesi:

2. Ein summarhatt

Tað næsta er nakað, sum eg kanska ikki so ofta áður havi haft við. Eg elski at fara í okkurt øðrvísi tá eg fari á feriu, og tá tað er heitt er gott at sleppa í skuggan viðhvørt. Tá er tað gott at hava ein hatt! – kanska ikki ein bøllahatt, men heldur ein lekkran smartan hatt, sum hendan. Eg eri smask forelskað í honum. Hann hevur júst litirnar mær dámar, so hesin kemur heilt sikkurt við.

3. Make-up

Sjálvandi havi eg make-up við á feriu, men eg brúki ofta onkrar aðrar vørur, enn eg brúki í gerandisdegnum. Ofta havi eg ikki so tunga smynku á, tí tað er heitt og eg fegin vil fáa eitt sindur av liti. Men hóast tað, vil eg helst hava okkurt, sum ger at mín húð sær frísk og lekkur út. So velji eg heldur t.d. HETTA Honey Bronze Drops of sun frá THE BODY SHOP, sum tú kanst blanda við tínum andlitskremi, og gevur húðini eitt sindur av liti og lekkurt glow. Drops of youth verjur húðina, og tískil verður tað eisini koyrt í maku-up taskuna. (er grøni liturin ikki bara to die for??). Honey Bronze highligtarin og hendan lekkra lip palettin mugu sjálvandi eisini sleppa við. So havi eg mestsum alt eg havi tørv á, til eitt lætt og lekkurt summarlook.

 

4. Sólkrem og sjálvbrúnara

Tað kann gott verða at eg fari at liggja og sóla mær, men eg tími ikki at blenda øll hini brúnu fólkini, við mínari hvítu húð. So sjálvbrúnarin skal sjálvandi við, so sleppi eg eisini undan, at skula liggja og slikka sól allan dagin. (Tað tekur at líka væl eina øld at fáa farvu, og tað er bara spill av tíð).

Eg havi bæði ein “instant tan” og ein ordiligan sjálvbrúnara við. Haha.. so her er nokk at velja ímillum. Eg havi faktiskt ikki roynt hendan sjálvbrúnaran fyrr, so nú verður spennandi at vita, um eg fari at líkjast einari sebru ella um tað fer at geva eitt gott úrslit.

Tá tað kemur til sólkrem, dámar mær best tey við olju í og sum kunnu sproytast á húðina. Eg havi góðar royndir við hesum frá Nivea.

5. Vanligar toppar

So til tað síðsta..

Hetta er eitt av teimum eg aaaltíð gloymi! Ístaðin pakki eg fínar toppar og blusir við, men altso.. tá tað eru 30+ stig, tími eg ikki at verða í onkrum, sum situr ov tætt, er ov heitt og sum faktiskt ikki gagnar mær á nøkrum økjum. Tað er tá eg sakni tann vanliga hvíta (ikki ov stramma) toppin, sum bara er deiligur at verða í.

So hesuferð havi eg pakkað fleiri keðiligar, men behagiligar toppar.  Eg eri vís í at eg verið glað fyri teir, tá eg komi í hitan á Gran Canaria.

Hetta var tað fyri hesuferð! Nú eri eg klár at fara 🙂

M&K

Skriv et svar