SUMMARKLÁR – Honey Bronze frá THE BODY SHOP

Eg eri snøkt sagt fallin pladask fyri hesari lekkru vøruni, og nú eg eri og ferðist, er hetta perfekt at hava við!

Hesin highlightarin HONEY BRONZE frá THE BODY SHOP er sooo lekkur! Sum tit síggja á myndini, er hann í hesari fittu vøkru eskjuni, og so er hann deiliga idiotsikkraður. Tær nýtist ongan pensil ella bust at koyra hann á við. Tú dragar lokið av og haps! so er klárt at smyrja á. Síðani kanst tú blenda tað við fingrunum. Jaman altso??? lekkurt ha?

Highlightarin fast í fleiri nuancum, og passar tí til allar húðtypir. Eg haldi at hesin er perfektur at hava í lítlu svingtaskuni, tá man fer ein túr út við vinkonunum. So kann man líka snýkja seg út á “the ladiesroom” og koma aftur við nýggjum gyltum glow’i. MUMS! Snakka um hvat ein hevur brúk fyri, til at skapa eitt vakurt summarlook, so hjálpur hesin highlightarin tær væl á veg.

HONEY BRONZE highlightarin fast í THE BODY SHOP í SMS!

Tú kanst eisini lesa um tað nýggja og lekkrasta til varrarnar, sum eisini kann verða partur av tínari summar make-up rutinu HER.

Hevur tú brúk fyri hjálp at finna røttu vørurnar til júst teg, so eru tær í THE BODY SHOP heilt sikkurt klárar til at hjálpa tær á veg.

M&K

Skriv et svar