SUMMARKLÁR – Tað nýggjasta til varrarnar frá The Body Shop

Eg havi seinastu tíðina, verið smask pladask forelskað í teimum mattu lipglossunum frá The Body Shop. Men nú er aftur okkurt nýtt á skránni. The Body Shop hevur skapað eina leeeekkra lipstick palette, sum er løtt at brúka og hevur alt ið ein kvinna hevur tørv á til varrarnar.

Eg trúgvi at eg havi einar 30 varrastiftir og lippgloss liggjandi í ymiskum taskum. (Ein kann ongantíð hava ov nógv til varrarna). Men tá eg fari út, vil eg altíð hava ymiskar valmøguleikar við, so taskan er proppað. Hesum sleppi eg endiliga undan nú.

Við nýggju Lipstick palettini frá The Body Shop, nýtist mær einki annað. Her eru fýra ymiskir, frískligir litir at velja í, og hvør litur er lekkrari enn annar. Hetta kennist sum ein blanding av einari góðari feittstivt og varrastift, tí tað er sera lekkurt at hava á. Varrarnar síggja sunnar, bleytar og lekkrar út, og geva tær eitt frískt summarligt look.

Ljósu litirnir eru perfektir til ein summardag, har tú bara vilt hava eitt lítið hint av liti á. Síðani kanst tú brúka pink og reyða litin til eitt lekkurt kvøld look.

Tað hevur verið sera nógv frammi, at hava øgiliga markeraðar varrar, við liplinara og myrkum tónum. Men hetta tímur man ikki altíð ha? Hendan palettin er deilig til gerandisbrúk, og kanska til hana, sum ikki vil hava eitt alt ov ógvusligar varrar. Eisini kanst tú sjálv taka avger um hvussu nógv tú koyri á. Jú meira tú smyrt á, jú kraftigari verður liturin.

Hendan lipstick palettin er ein sermerkt vøra, og tí verður einans ein ávís mongd framleidd. Men tú kanst ogna tær hana í The Body Shop í SMS beint nú!

Sær tað ikki lekkurt út?? Hetta er liturin niðast til høgru. MUMS! So deiligt til ein vanligan dag til arbeiðis og skúla.

Hetta er sjálvandi liturin, sum er ovast til vinstru. Eg eeeelski sterka pink litin, og eg fari heilt sikkurt at brúka hendan, okkurt fríggjakvøld tá eg fari út.

Hetta er liturin niðast til vinstru á myndini. Viðhvørt er tað bara lekkurt at hava neutralar varrar. Tildømis um tú vilt hava fokus á eygunum, við smokey eyes, so er hesin liturin perfektur.

Hvør litur er tín yndis?

M&K

Skriv et svar