Summarligur Rabarbudrykkur

Soo var sunnudagurin aftur her! Yndis dagurin í vikuni.

Eg loyvi mær at siga at summarið nærkast. Tað er í hvussu er blivið alsamt ljósari út á kvøldið og mín sann um ikki sólin er byrjað at vakja meg um morgunin. Hetta er fantastiskt!

Hóast hitastigini gott kundu hækka eitt sindur, so ímyndi eg mær at tað er blivið so heitt, at eg havi tørv á einum køldum frískum drinki.

Mamma gjørdi og ger enn ofta rabarbu súltutoy, greyt og suppu. Hetta er tað eg havi bundið við rabarbur. Súltutoy havi eg ongantíð verið fan av, men rabarbugreytu og suppa er lekkurt. Sjálvandi helst við nokk av sukri og vaniljukremi afturvið.

Náhh.. men í dag, fara vit at royna okkurt nýtt. Sum tit vita, eri enn aktiv í skeiðnum hjá Monu, SKÍN ’17, so eg gjørdi eina útgávu, har eg brúkti perfect strø frá ISIS í staðin fyri vanligt sukur, men hetta gevur sama smakk. (eg havi eisini roynt at gjørt drykkin við vanligum sukri).

Fyrst fara vit í gongd við at gera ein Rabarbu siropp, hendan kanst tú goyma í køliskápinum í nakrar dagar, og brúka til ymiskt. Hetta er so einfalt og ansar næstan sær sjálvum.

Tilfar til rabarbu siropp:

8-10 rabarbur

2 dl sukur

2 dl vatn

Reinsa og sker rabarburnar í smá stykkir. Koyr síðani alt tilfarið í eina grýtu ella eina høga pannu, og fá tað uppá kók. Set nú hitan lægri og lat tað simra í umleið 20-30 minuttir. Tá rabarburnar eru blivnar bleytar, tekur tú eina sílu og stillar hana omaná ein bolla. Stoyt nú rabarbuvatnið omanyvir síluna, so veskan rennur í bollan. Brúka eina skeið at trýsta á rabarbukjøtið í síluni, so tú fært so nógva vesku niður í bollan, sum gjørligt.

Koyr rabarbusiroppin í eina fløsku við proppi, og stilla á køl.

Tilfar tin ein rabarbudrykk

Rabarbusiropp

Myntubløð

Lime

Ísterningar

Brúsvatn

Koyr nøkur myntbløð í glasið. Sker nú lime í bátar og koyr nakrar í glasið. Knúsa ísterningar og koyr teir í saman við. Tú blandar siroppin við at koyra ein part av rabarbusiropp og tveir partar av brúsvatni.

Rør runt í glasinum og síðani eg klárt at borðreiða.

Hetta er mín yndir drykkur!!

Um tú ætlar at halda veistlu, ella fært onkrar vinkonur á vitjan okkurt kvøld, kann hetta sagtans gerast til ein cocktail. So er bara at blanda gin, vodka ella okkurt líknandi saman við.

Fert tú at royna hann?

Góðan sunnudag fittu damur, og lati okkum njóta endaspurtin av vikuskiftinum.

M&K

Skriv et svar