Summarmuffur við róma og jarðberjum

IMG_2619

Nú var aftur tíð til eina lekkra og lætta uppskrift. Hesar muffurnar eru skjótar og einkultar at gera, og so síggja tær ordiliga fínar og frískligar út. Hetta er skjótt at klamsa saman, um tú fært gestir í vikuskiftinum.

Tilfar til 8 muffur

120g smør

120g sukur

120 g mjøl

1 tsk bakipulvur

2 egg

1 tsk vaniljusukur

Tilfar til pynt

Nøkur jarðber

1 pk av róma

3 spsk av flormelis

1 tsk av vaniljusukur

Arbeiðsháttur

Rør alt tilfarið til muffurnar saman við einum pískara. Deil deiggið í formarnar og baka muffurnar á 175 stigum í umleið 20 minuttir. Tak muffurnar út úr ovninum og lat tær kølna. Píska síðani róman og koyr flormelis og vaniljusukur í. Tá muffurnar eru kaldar, er klárt at pynta tær.

So lætt kann tað gerast! Hesar fari eg so heilt sikkurt at gera aftur. Vónandi dáma tykkum tær eisini.

M&K

IMG_2618

IMG_2623

IMG_2625

Skriv et svar