Summarrullur við restum

At arbeiða fyri Á handilin má verða eitt tað hugnaligasta arbeiði sum er! Eg stórtrívist við at finna leskiligar rættir til føroysku familjurnar. So ger tað heldur ikki støðuna verri, at starvsfólkini hjá Poul Hansen og Á eru sera fitt og hjálpsom.

Sum tit kanska hava frætt, er Á farið at seta fokus á, at heita føroyingar at minka um matoyðsl. Fantastiskt ha?? Tað veit den, vit kenna øll til tað. Áhh helle man koyrir nógv burtur. Men tað krevur ikki meira enn eitt sindur av umhugsni, fyri at broyta hetta. (um man ikki er kreativur sjálvur, so kann man leita Á tilboðsblaðið fram, so finnur ein í hvussu er nógv góð ráð).

Í tilboðsblaðnum hesa vikuna, havi eg gjørt ein sera lættan, men ordiliga leskiligan rætt. Ríspappírrullur við øllum tí, tú kundi hugsað tær at fylt í. Vit plaga at verða á einari nýggjari matstovu her í Aarhus, sum ger vietnamesiskan mat. Altso tað smakkar væl. Tað er so frískligt, og leggur seg ikki so tungt í búkin. Eg plagi altíð at bíleggja mær hesar lekkru summarrullurnar frá teimum. (hóast summarið ikki ordiliga er til staðar enn, so kunnu vit altíð droyma um tað).

Hava tit annars sæð nýggju heimasíðuna hjá Áhandlinum?? Wauuw sigi eg bara! og SukurSøtt hevur enntá fingið sítt fasta pláss á síðuni. Áhh sum tað er stuttligt! Trýst HER fyri at koma inn á síðuna. Har finnur tú nemliga eisini hesa uppskriftina, og hinar sum hava verið í fyrrverandi tilboðsbløðunum.

    

Tú finnur hendan kula faldarin, sum er fullur av góðum ráðum, til hvussu tú kanst minka um matoyðsl, í Á handlunum kring landið.

Vælgagnist!

M&K.

Skriv et svar