Sunnar havragrýnmuffur til morgunmatarborðið

   Eg hevði hug til okkurt lekkurt í morgun. Hesir muffurnar eru so lekkrar. Hetta er ein sunnari útgáva, men eg kann ímynda mær, at tað er sera lekkurt at koyra eitt sindur av sjokulátu í (Áhh Vígdis, hetta skal verða sunt! Orsaka, nú skal eg ikki leiða tykkum í óførið! Eg haldi meg til tí sunnu útgávuna í dag)

So fara vit í gongd. Arbeiðstíð uml. 40 min.

Havragrýn muffur

Tilfar til 10 muffur

3 dl. havragryn
1 tsk. bakipulvur
½ tsk. kanel
Eitt sindur av salti
1 egg
5 spsk. av súrróma (5%) (ella 1,5 dl av mjólk)
1 banan
3 spsk. ahornsirop
100-150g av frystum hindberum ella bláberum

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 180 stig.

Blanda havragrýn, bakipulvur, kanel og salt í ein bolla fyri seg.

Rør síðani eggið, súrróma, morlaðu bananina og sirop saman. Stoyt havragrýns blandið í eggjablandið, ímeðan tú rørir. Til seinast rørir tú berini í.

Lat deiggið standa, ímeðan tú smyr muffu formarnar við eitt sindur av olju. Fyll síðani deiggið í muffuformarnar.

Nú er klárt! Baka mitt í ovninum í 25 min.

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar