Sunnari Pylsuhorn

Altso tit, hósdagur og vikuskiftið er liiige om hjørnet. Áhh sum eg gleði meg!

Í samband við at eg eri við í skeiðnum SKÍN’17 við Monu, so er futtur komin í køkin. Ikki bara við sukri og sjokulátu, men eisini øðrum grønum, sum fær búkin at smíla.

Pylsuhorn minna meg um barnaføðingardagar tá eg var yngri. Eisini minnist eg ein túr, har vit vóru í Elduvík, øll familjan og hugnaðu okkum. Eg var lítil tá. Eg minnist tað kanska best orsaka av myndunum. Helli tað sá hugnaligt út. Vit sótu har í haganum, kanska vit høvdu eina eingangsgrill við eisini. Eg minnist mammusa hár, sum var stórt og krúllut og hennara reyða jakka, sum heilt sikkurt var inn júst tá.

So fyri meg eru pylsuhorn hugnalig, og sjálvt um hesi eru væl sunnari, enn tey vit ótu handan dagin í Elduvík, so smakka hesi eisini væl.

Um man bindur “sunt” við at verða “keðiligt”, so fer man í hvussu er skeivur her.

Hesi pylsuhornini eru so saftig og mettandi. Sigurd helt enntá at tey vóru betur enn tey vanligu. Vit hava bæði lyndi til at brellast eftir onkrum góðum, og tá er gott at eiga tílíkt inni. Eisini gott at hava við til matpakka ella til onkra millummáltíð.

Eg kann sjálv halda tað verða roksugt at skula gera sunnar útgávur av rættum, men ofta hevur tað ikki nógv uppá seg. Tað er bara at koma í gongd. Halt kipp ikki! Kroppurin hevur tað so nógv betur, tá vit eta góðan mat, so hetta er heilt sikkurt vert alt roksið.

Skulu vit fara í gongd?

Tilfar til 10 pylsuhorn

1 brokkoli

2 gularøtur

8 spsk HUSK fiber (HER)

4 egg

salt og pipar

10 smáar kyllingapylsur

Set ovnin á 16o stig.

Skrella gularøturnar og sker tær í smáar bitar. Sker síðani brokkoli í smá stykkir og hakka alt við einum minihakkara. Hetta má verða ordiliga fínt hakkað, tí hetta er ístaðin fyri at brúka mjøl. Rør síðani fiber husk, eggini, salt og pipar saman við blandinum.

Koyr bakipappír á plátuna. Brúka eina skeið at leggja deiggið á plátuna. Fyrst eina skeið, síðani leggur tú pylsuna omanyvir og leggur síðani eina skeið av deigginum omanyvir. Brúka fingrarnar til at hampa deiggið, soleiðis at blívur samlað. Ger síðani hetta við restina av pylsunum og deigginum.

Baka síðani mitt í ovninum í 30 minuttir.

Uppskriftina fann eg her.

M&K

Skriv et svar