Sunnari Snack – Bakaðar gularøtur við parmesan

Eg mungi altíð eftir onkrum svansi í vikuskiftinum. Kips og dipp er bara proppað við so nógvum feitti, at tað svarar til alt tú skalt eta í gjøgnum ein heilan dag!

Náhh men her nakað tú kanst royna í staðin.

Einfalt og lekkurt við einans tveimum ymiskum vørum:

Gularøtur og parmesan ost. 

Um tú hevur hug til kips ella okkurt annað feitt, so er hetta væl sunnari og smakkar sera væl.

Hetta smakkar nakað sum kips, og kann tískil saktans brúkast í staðin fyri.

Set ovnin á 170 stig. Skrella gularøturnar og sker tær í tunnar álar. Legg gularøturnar á ein ein plátu við bakapappíri. Koyr eitt lítið sindur av olju omanyvir og stroy síðani parmesanostin omanyvir. Baka nú mitt í ovninum í umleið 30-40 minuttir, ella til gularøturnar eru blivnar eitt sindur bleytar.

Hetta var alt!

Tadaaaa, leskiligt snack til vikuskiftið, og so nýtist tú ikki at hava so ringa samvitsku eftir at hava etið tað.

Peeeerfekt!

Havi eitt deiligt kvøld.

M&K

Skriv et svar