Sunnudagur og vakrar siroppskøkur

Áhh sum mær dámar væl at baka. Tað eru fá ting sum eru líka avstressandi og hugnalig, sum at baka. Á jólum blívi eg ongantíð liðug. Tað eru so nógvar góðar uppskriftir uppá jólakonfekt, smákøkur og annað. Tá eg var lítil slapp eg hvussu er altíð uppí, tá siroppskøkurnar skuldu bakast. Men oyjøssus eg minnist væl manmusa marcipandrýlar og babba var og er so glaður fyri dadlukøkurnar. Tað tykist sum øll hava sínar egnu bakivanar á jólum. So viðhvørt legst okkurt nýtt afturat og okkurt annað verður tikið frá. Men onkrar uppskriftir verða verðandi ár aftaná ár. Sum onkur plagar at siga á nýttárinum “the same procedure as every year, James”.

Tá eg og tvær vinkonur fóru í gongd við at baka siroppskøkur, hugsaði eg at tað var eitt óintresant val við høvdu tikið. Men tað veit denn, eg haldi tær smakka so øgiliga væl nú. Eg havi etið næstan allar, so tær hava í hvussu er gliðið væl niðurum. So eg má taka tað í meg aftur og viðganga at góðu gomlu siroppskøkurnar altíð eru góðar á jólum. Hetta er ofta køkurnar ið børnum dáma at baka og pynta. Men nú kanst tú eisini royna tíni handaligu evnir og prýða hesar vøkru køkurnar.

img_7334

Tað er stuttligt at verða eitt sindur kreativ og royna okkurt nýtt.

Uppskriftin eg havi brúkt, er tann úr “Góðaráð”.

Tilfar:

500 g siropp

250 g putursukri

200 g av margarini

3 tsk. av kaneli

1 1/2 tsk. av nelikum

4 tsk. av pottøsku

uml. 750 g av hveitimjøli.

Set ovnin á 175 stig. Hita siroppin, putursukrið og margarinið í eini grýtu, til margarinið er smeltað. Loys pottøskuna upp í 1. spsk av kókaðum vatni og rør hana í. Rør síðani kanelið og nelikarnar í. Knoða síðani so mikið av mjølið í, at deiggið sleppir grýtuni. Deiggið kann goymast leingi, men tú kanst eisni rulla tað út, tá ið tað er kalt. Brúka smáu køkuformarnar til tað skapið tú ynskir. Legg síðani køkurnar á bakipappír og baka í ovninum í uml. 8 min.

Glasur:

Flormelis

Vatn

Grøna og reyða fruktfarvu

Blanda flormelis og vatn saman. Deil tað síðani upp í tríggjar partar. Tó skal tann hvíti parturin vera størri, tí tú hevur ikki brúk fyri líka nógvum av reyða og grøna litinum.

img_7339

Byrja við at koyra hvíta glasurið á køkurnar og lat tað torna. Brúka síðani tannsteytarar til at “mála” mynstrið á køkurnar. Tað ræður um at halda tunguna mitt í munninum.

img_7336

Soleiðs! Nú eru siroppskøkurnar vakrari enn nakrantíð! Næstan so vakrar at tað er synd at eta tær.

Góðan bakihug og góðan 2.sunnudag í advent!

p.s. tveir hepnir vinnarar av gávukortunum frá Kafe Kaspar verða kunngjørdir seinni.

M&K

Skriv et svar