SuppuSunnudagur – Epla/purru suppa við rómaosti

So var aftur SuppuSunnudagur. Yayyy!! Er tað ikki lekkurt at fáa eina góða heita suppu ein tílíkan dag?

Tað góða við suppum, er eisini tað at tú kanst gera tær tímar undan tær skulu etast. Tær eru lættar at hita upp aftur, og kunnu og fleiri førum smakka enn betur, tá ið tær hava staðið eina løtu.

Henda uppskriftin er so løtt at fylgja, og tá alt er komið í grýtuna, passar suppan mest sum seg sjálva. Tak børnini við at skrella eplir og fá eina hugnaliga løtu í køkinum.

Tilfar til 2 persónar

500 g eplir

2 purrur

1 leyk

150 g rómaost

4 dl vatn + ein grønmetis bótarmola

olju til steiking

Salt, pipar og chili

Omaná og afturvið

Smáir fleskabitar

fríska purru

Breyð

Arbeiðsháttur

Sker leykin smátt og brúnka hann skjótt í grýtuni. Skrella eplini og sker tey í smáar bitar og koyr tey í grýtuna. Reinsa og sker purrurnar og koyr tær í saman við leykinum og eplunum. Koyr nú vatnið og grønmetis bótarmolan í grýtuna og lat kóka í áleið 20 minuttir.

Ímeðan suppan kókar, kanst tú steikja fleskabitarnar á pannu ella í ovninum.

Blenda nú suppuna við einum stavblendara, so ongir klumpar eru í. Síðani koyrir tú rómaostin í og smakkar til við kryddaríum.

So er klárt at borðreiða hesa lekkru suppuna, sum hevur ein so góðan og bleytan konsistens.

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar