SuppuSunnudagur – Karrysuppa við hósnarunga

SuppuSunnudagur er her!!

Áhh, ein fer ongantíð skeivur við einari góðari karrysuppu.

  Tilfar til 2 persónar

2 hósnarungabringur

1 stóra purru

4 gularøtur

5 dl vatn + hósnarunga bótarmola

2 spsk karry

2,5 dl róma

salt, pipar og chili

Arbeiðsháttur

Sker hósnarungabringurnar í smáar bitar og steik teir saman við karry og olju í grýtuni. Skrella og sker gularøturnar í tunnar skivar og vaska og sker purrurnar í tunnar ringar. Koyr nú grønmetið í grýtuna saman við hósnarunganum, og legg vatnið og bótarmolan afturat. Lat nú kóka í áleið 20 minuttir. Til seinast koyrir tú róman í og smakkar til við kryddaríum.

Borðreið við heimabakaðum breyði.

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar