SuppuSunnudagur – Kremut hokkaidosuppa

Nú byrjar man at merkja kuldan, og hvat er tá betur enn ein góð suppa! Hendan hóskar seg bæði sum ein lættur rættur á middegi og sum forrætt ella høvuðsrætt. Tað kann tykjast møtumikið at fara í gongd, men av tí at skalið eisini kann etast, er hetta ein skjótur rættur at gera. Hetta verður síðsta innlegg av “suppusunndag” á hesum sinni, men vit enda sjálvandi við einum braki.

Tilfar
1 hokkaido graskar
1 leyk
2 hvítleykspungar
1 litur vatni
1 grønmetisbótarmola
200 g rómaost
Krydda við salti, pipari og chili
Súrróma og breyð afturvið

Arbeiðsháttur

Reinsa hokkaido graskarið og tak steinarnar burtur. Lat skalið verða á og sker graskarið í miðalstór stykkir. Brúnka leykin og hvítleykin í einari grýtu og koyr síðani graskarstykkini í. Koyr vatnið og bótarmolan í grýtuna, og lat kóka í áleið 20 minuttir

Blenda nú suppuna, so hon fær ein bleytan konsistens. At enda koyrir tú rómaostin í, letur hann smelta og smakkar til við kryddaríum.

Nú er klárt at borðreiða við hesum vælsmakkandi heystrættinum.

M&K

Skriv et svar