SuppuSunnudagur – Thai suppa

 

So var fyrsti SuppuSunnudagur við SukurSøtt! Nú tá veðrið er blivið kaldari, so er tekin uppá at suppa verður borðreidd oftari heima hjá okkum. Eg haldi tað verða so lekkurt, og ofta er tað eisini lætt at gera. Hendan krevur nokk so nógv ymiskt tilfar, men eg lovi at, tað er tað heila vert, tí hon smakkar soooo væl!

Hendan suppan er nokk so sterk. Hon minnir meg júst um matin í Thailandi, sum eg eeelski.

Vit fara bara í gongd. Hetta er ein stór portión, og tað er bara at koyra hana í helvt, um tit fx eru tvey fólk í húsið. Eg plagi at gera eina hálva portión til okkum bæði.

Tilfar til 4 fólk

3 gularøtur

1 purra

1 leyk

1 piparfrukt

frískt ingifer

400 g hósnarungabringu

1 grønmetisbótarmola + 8 dl av vatn

2 dósir kokusmjólk

2 krukkur av reyðum currypaste

4 spsk karry

6 spsk soya

4 spsk fiskasós

6 spsk sukur

nudlir (kann umverast)

Arbeiðsháttur

Sker hósnarungan í smá stykkir og brúnka hann í grýtuni við karry. Tá hann er stoktur, skal hann takast úr grýtuni. Sker grønmeti sum tú ynskir, í stór ella smá stykkir. Koyr síðani alt grønmetið í grýtuna og brúnka. Aftaná eina løtu skal hósnarungin aftur í grýtuna, og síðani koyrir vatnið við bótarmolanum, kokusmjólkina og restina av tilfarinum í.

Lat hetta simra í grýtuni í einar 20 minuttir.

Um tú ynskir nudlir í suppuna, skulu tær koyrast í suppuna fáar minuttir áðrenn suppan verður borðreidd.

Um tú ynskir suppuna sterkari, hóskar frískt chili væl til. Eisini er lekkurt við koriander, myntu, lime og peanuts aftur við.

MUMS! Hendan er heilt sikkurt ein av mínum yndis.

Vælgagnist.

2 comments

    • Vígdis says:

      Tað eru 400 ml í kokusdósini. Hon er vanlig stødd (sum hakkaðar tomatir osf).
      Tað eru 100 g í krukkuni av currypaste. Tær eru rættiliga lítlar. (enn minni enn livurpostei í krukkum) 🙂

Skriv et svar