Súreplaterta við marengsloki

Tann eina dagin, vóru við boðin út til grillkvøld hjá einum, sum býr í einum kolonihava. Ein kolonihavi er sera væl umtókt at hava í Danmark. Nøkur brúka tað sum summarhús, og onnur brúka tað sum fastan búðstað helvtina av árinum. Ætlanin við tí er at tað eru eini lutfallsliga lítil hús, við stórum garði rundan um. Eg havi hoyrt nógv snakkað um hetta áður, og havi ongantíð ordiliga skilt hvat var so fantastiskt við hesum. MEN íjøssus, tað var hugnaligt. Nú hugsar tú, “ja hvat hevur hetta gera við súreplatertuna?”. Ja nú skal eg fortelja tær.. Hann hevði nemliga eitt yvirstórt súreplatræð og bæð okkum øll endiliga fylla posan at taka heim við. Og um vit gjørdu! Súreplir beinleiðis úr trænum smakka altso tíggju ferðir so væl, sum tey ein kann keypa úr handlunum. Mums mums mums, so dagin eftir fór eg beint í køkin at stákast.

 

Tilfar

Deiggj:

210 g mjøl

2 spsk. sukur

150 bleytt smør

Fylla:

5 súreplir

200 g sukur

2 spsk kanel

Marengslokið:

3 eggjahvítar

240 g sukur

Arbeiðsháttur

Tendra ovnin og set hann á 175 stig.

Sker smørið í bitar og blanda mjøl og sukur saman við. Elt hetta til eitt fast deiggj. Um tað tykist eitt sindur ov bleytt, kanst tú koyra tað í køliskápið í eina løtu. Tað kann verða torført at rulla tertudeiggj út, uttan at tað dettur sundur.

Tip: brúka tveir plast frystiposar. Klipp teir upp soleiðis at teir blíva dupult so stórir. Legg deiggi ímillum posarnar, og rulla tað út.

Koyr tað síðani í ein smurdan tertuform. (tann eg brúkti, var áleið 25 cm).

Skrella nú súreplini og sker tey í bátar. Koyr súreplini og helvtina av sukrinum í eina grýtu og lat tað líka koma upp á kók í fáar minuttir. Lat síðani súreplini kølna eitt sindur, áðrenn tú leggur tey í tertubotnin. Síðani stroyur tú restina av sukrinum og kanelinum oman yvir súreplini.

Til marengslokið pískar tú fyrst eggjahvítarnar stívar. Koyr sukrið og vaniljusukri spakuliga í ímeðan tú pískar.

Koyr nú marrengsið omana yvir súreplini og baka mitt í ovninum í 45 minuttir.

TIPS – Royn hana við jólasúreplum.

Mums! Hendan smakkar.

M&K

Skriv et svar