T I L L U K K U !

Menniskjað byrjaði at hátíðarhalda føðingardagar í 1536. Tað vóru protestantarnir sum funnu uppá føðingardagin og áðrenn helt man, tað sum bleiv kallað navnadag. (ja, eg havi googla tað) Tá í tíðini, gjørdi man ikki so nógv burturúr, sum nú. Men sum so nógv annað, er hetta ein siðvenja, sum hevur vundið nógv uppá seg, ígjøgnum árini.

Eftir mínari meining, skulu føðingardagar hátíðarhaldast! Eg sigi ikki at, tað skal verða nakað heilt serligt, men okkurt útyvir tað vanliga. Ofta tá man blívur eldri, so tímur man ikki at halda føðingardag, ella man heldur kanska, tað at blíva eitt ár eldri, ikki er nakað at hátíðarhalda. Men hví ikki hátíðarhalda, tað at vit hava liva í enn eitt ár. Tað er jú fantasiskt!

Sjeikurin hevði føðingardag nú ein dagin, og eg havi glett meg alla vikuna! Tað er langt síðani eg byrjaði at hugsa um, hvat eg skuldi geva honum í gávu. Til alla lukku, er hann øgiliga lættur at keypa til, og er altíð so æviga væl nøgdur. Útyvir gávuna, so haldi eg tað er umráðandi at man gevur persóninum, sum hevur føðingardag, ein hugnaligan dag. Gávan fánar, men at man ger okkurt burturúr degnum, er ofta eitt minni, man hyggur aftur á, í framtíðini.

Her eru nøkur hugskot, til hvussu man kann hátíðarhalda, føðingardagin hjá einum man er góður við, uttan at tað skal kosta alla verðina:

IMG_7873

  • Far upp fyrr, og ger ein lekkran morgunmat kláran.
  • Lova føðingardags”barninum” at avgerða alt, henda dagin. (Tað plagdi eg at sleppa, og eeeelskaði tað)
  • Um viðkomandi dámar okkurt serliga væl, so bjóða teg til at gera tað. Fx massagu, serstakan mat osf.
  • Bjóða familju og vinum til ein drekkamunn og kaku.
  • Legg eina ætlan um eina útferð, til eitthvørt hugnaligt stað, sum tykkum dámar, men ikki eru so ofta.
  • Bílegg eitt borð, á einari matstovu ella royn teg í køkinum við einari trýrættað matskrá. (vegurin til hjartað hjá nógvum mannfólki, er ígjøgnum magan, so hetta er ein sikkur vinnari)
  • Far ein túr í biografin, og hygg eftir einum filmi sum føðingardags”barnið” vil síggja.
  • Pynta eitt sindur, so man sær at hetta er ein serligur dagur.
  • Hav góða lagið við tær, og gev føðingardags”barninum” eyka uppmerksemi.

Onkur av tykkum hugsar kanska, at hetta er nakað verri fjas, og at man er blivin ov gamal til tílíkt. Meeeen, man verður ongantíð ov gamal, til at blíva forkelaður, og at føla at onnur leggja í, at ein skal fáa ein góðan føðingardag. Hetta bæði gleðir, tann sum gevur og tann sum tekur ímóti.

M&K

Skriv et svar