Tá eg fái heitið “Ferðaleiðari”

Eg kann líka so væl, siga tað sum tað er. Eg havi ongantíð verið typan, ið hevur haft góðan staðarsans. Viðhvørt havi eg ivast í, um hann yvirhøvur var til staðar hjá mær. Eg havi tendens til at villast, sjálvt har tað skuldi verið ógjørligt.

Í Aarhus kann eg taka bussin í skeivan rætning, uttan at vita tað. Eg havi onkursvegna bara góðtikið, at hetta ikki er mín sterka síða. Tá eg havi ferðast áður, hevur tað altíð verið saman við øðrum, og tá hevur onkur av hinum altíð tikið tað rolluna uppá seg.

Sigurd og eg hava verið og ferðast í London og Alanya, og har er onki at ivast í, hvør av okkum hevur gingið fremst. Ímeðan eg gangi og jolly mær aftanfyri, hyggi eftir fólkum og í handlar, hevur hann altíð funnið leiðina fram. Hetta hevur mær dáma so ótrúliga væl, tí snøkt sagt, so ani eg ikki hvussu tað mótsætta kennist. Sigast skal so at Sigurd nóg illa noyðist at hyggja seg um, fyri at vita hvønn veg vit skulu. Hjá summum fellur tað so lætt, at tað nærum er ein sjálvfylgja at tey taka rolluna sum ferðaleiðari.

Sum eg havi skilt á lagnum, so kann tað tó verða eitt sindur stravið, altíð at verða tann, sum skal finna runt í einum fremmandum býi. Náhh, so afturfyri at eg fekk so fitta jólagávu (sum var ferðin til París), so helt Sigurd at tað var tíð uppá, at mín staðar sansur slapp at royna seg! Mín fyrsti tanki var “Jaaa, eg kann gott royna, men vit vita bæði at hetta ikki fer at ganga”.

Nú havi eg haft eitt sindur av tíð at fyrireika meg í. Eg fekk eisini eina bók um París, har kort var í, so við henni havi eg roynt at skapa mær eitt yvirlit yvir býnum, so eg veit nøkunlunda hvat liggur hvar. So kom ein vinkona á vitjan, sum hevur familju í París, og av tí sama hevur ferðast har óteljandi ferðir. Hon vísti mær eina app, har ein lættliga kann finna útav at koma runt við bussum og tokum. Hetta hjálpti so væl og tað var sum ein nýggjur heimur opnaði seg, tá hon forkláraði hvussu einfalt tað faktiskt var. (Takk Maria!!)

So kom dagurin. Sigurd helt hetta verða forbiði stuttligt! Men tit vita, júst sum foreldur sum dupult kanna nær bussurin fer, hóast barnið júst hevur sagt at hann fer kl.11.25, so gekk hann og hevði eina plan B allan vegin. Pína altso, eg vildi so gjarna klára tað. Og vita tit hvat? eg kláraði tað! haha.. eg vil ikki siga at tað gekk so skjótt, og kann eiheldur viðganga at eg ikki spurdi um ráð einar tríggjar ferðir, men hvat so. Ferðin frá lufthavnini til býin tók umleið ein tíma og tað vóru trýggir steðgir á vegnum, so har vóru bæði tok og metro sum skuldi finnast.

So nei nei, nú hildu tit kanska at eg fór at taka tí løttu loysnina og at taka ein taxa. Niksen biksen, heilin slapp at arbeiða á yvirtíð og tað kendist faktiskt oooordiliga gott! Eisini kendist tað, sum um at ferðin ikki varð líka long, sum tá man er tann sum fylgir við. Tí tá man gongur aftast, hevur man onga hóming fyri hvar man er, hvussu langt man er komin og hvussu langt er eftir.

So tað veit den, hetta verður ikki seinastu ferð, at eg eri ferðaleiðari! Sigurd skal ordiliga sleppa at slappa av, og verða tann sum gongur aftanfyri á túrinum, tí eg havi fingið blóð uppá tonnina.

Eg ynski tykkum øllum ein góðan dag.

M&K

Skriv et svar