Tá maðurin veit betur … Ups!

Tann eina dagin í vikuni, var eg til arbeiðis í Plint á gongugøtuni. Tað var mánadagur, og har var ikki so sera nógv at gera. So tá vit vóru tvær í handlinum, fekk eg mær eina lítla pausu.

Ja eg burdi kanska sett meg niður, men ístaðin fór eg heldur ein túr út á gøtuna at hyggja inn í onkur vindeygu.

Ótrúligt, at tá man gongur har, so kemur man knappliga í tankar um ALT sum man manglar.

Áhhja, dugur tú eisini væl at finna røttu umskyldningarnar fyri at keypa hetta og hatta? Halt kipp ikki vit eru góðir seljarar, tá tað kemur til at yvirtala okkum sjálvar. Og ja, hesin dagurin var onki undantak. Eg kendi á mær at eg hevði hug at keypa okkurt. Men júst hvat, hevði kanska ikki so stóran týdning.

Náhh, meðan eg gangi ímóti einum handli, varnist eg knappliga at har stendur eitt stórt “TILBUD”  skilti uppiyvir onkrum skóm, sum standan uttanfyri handilin. Jaja, eg fari bara líka framvið at hyggja. Eg skal jú ganga handan vegin at líka væl. Og pína altso .. jújú, har vóru góðir vetrarskógvar, ið vóru heilar 100 krónir niðursettir. Eg hugsaði við mær sjálvari.. tað er jú mestsum vetur..(sjálvt um eg stóð í niðurdeili og berum beinum) men tað dropaði eitt sindur í morgun. Altso nakrir dropar vóru heilt sikkurt, og tá ber ikki til at ganga í hvítum sneakers longur.

Nei nei, eg manglaði heilt sikkurt einar góðar vetrarskógvar! Eg átti jú ongar frammanundan, tað var hvussu er heilt sikkurt! Hesir skógvarnir kundu eisini brúkast til alt, og teir mintu um sovornar sum eg hevði sæð fyrr. Teir riggaðu bæði til vanligt brúk, men eisini til eitt sindur snollut.

Náhh tað veit den, skógvurin sat sum stoyptur og eg smekkaði til. (eg fekk jú 100 kr í avslátturi, so tað var næstan, sum at fáa teir ókeypis).

Eg fór aftur til arbeiðis.. Vælnøgd! pína um eg ikki merkti handan rúsin.. tit kenna rúsin ha? sum bara varar í nakrar tímar.. ella til tú hevur verið í plagginum einaferð. (so vilt tú keypa okkurt nýtt, fyri at merkja rúsin aftur). Náhh gott er, eg livdi uppá rúsin, teir tímarnir, sum vóru eftir av arbeiðsdegnum.

Nú gekk eg heim, svingandi við posanum og einum stórum smíli á varrunum. Sigurd var inni. Ihhh eg var ordiliga stolt av at fortelja, at eg hevði gjørt eitt ordiliga kup í dag! (opinbart helt eg hetta verða eitt ordiliga fornuftugt keyp! kanska tí eg kallaði skógvarnar fyri “vetrarskógvar”, so er tað ikki bara hvat sum helst, men einir skógvar man ordiliga hevur brúk fyri pga av veðrinum). Náhh, men eg byrji so at pakka skógvarnar úr eskjuni og vísi teir fram…………

“Altso góða, tú eigur í hvussu er tvey pør, sum er AKKURÁT líka sum hasir!”

EEEG?? TVEY PØR? SUM ERU LÍKA SUM HESIR!!?

Neinei, tú mást hava misskilt okkurt.. eg eigi ongar sovornar!! hann bæð meg so fara og hyggja í skógvaskuffurnar.. Jamen tað kundi eg gott, tí eg visti at har var ongin skógvur líknandi tí nýggja. (ellaaaaaa??!!)

FRÆTA… Teir lógu ikki ein gongd niðast ella nakað. Eg skuldi bara opna skuffuna, so vóru teir har! Eg átti altso einar sum vóru næstsn tvillingar við parið, sum eg júst hevði keypt!!

HAHAHAHAHA…. harra jesus! Hendir sovrigt bara fyri meg? Nei ha?

Men sig so ikki tað, gott at eg havi ein mann sum fylgir við. So kann eg heldur keypa mær okkurt annað lekkurt fyri pengarnar. Eg fari so ikki at liggja inni við tveimum pørum av skóm, sum eru akkurát líka.

Betri held næstu ferð ha?

Gott vikuskifti.

M&K

Skriv et svar