Tá møguleikin er har, so taki eg av! Ella eri eg ør??

img_7680Sum lesandi havi eg eina ótrúliga fríheit. At hava møguleikan, sjálv at avgera hvussu eg velji at brúka mína tíð, er pent sagt fantastiskt. Á sálarfrøði útbúgvingini í Aarhus hava vit sera lítið av undirvísing. Yvir tey trý semestrini eg havi verið her, so hevur miðaltalið av undirvísingartímum verið 9 tímar um vikuna. So sum sagt, so er nógv tíð á degnum, sum eg sjálv kann leggja til rættis.

Og jú, ein av orsøkunum til at vit hava so lítið av undirvísing, er sjálvsagt tí at vit hava nógv at lesa. Tað er ikki bara sum at siga tað, at taka í nakkan á sær sjálvum og fara á bókasavnið at lesa hvønn dag. Men so leingi man onkursvegna fær tað gjørt, so er fínt. Mær er eisini fortalt at ongin klárar at lesa alt pensum. So tað uggi eg meg við, tí tað klári eg heldur ikki.

Útyvir at hava lítið av undirvísing, so hava vit einans skrivligar royndir. Hetta ger tað ikki so stressandi, tí hóast mær altíð hevur dámað munnligar royndir, so er tað bara øðrvísi tá tað er á einum øðrum málið og einum hægri støði, so skrivligar royndir í hesum samanhangi passa mær fínt.

Nú komi eg til tað besta.. Vit hava sympulten frí í allan januar. Eg havi eina roynd 16 des og eina 4 jan og sooo er tað jólaferia til mín. Hóast hetta kann tykjast óintresant í desembur mánaða, so haldi eg ikki at tað er so galið. Av tí at alt er so hugnaligt í desembur, so brúki eg tað sum motivatión til at skunda mær at lesa, fyri so at kunna hugna mær aftaná.

Tá januar mánaði so kemur er tíð til ALT! og tá eg sigi alt, meini eg at feeeerðast! Eg elski at ferðast, síggja nýggjar mentanir og vitja nýggj støð. Eg hugsi at “nær fari eg aftur at hava frí í ein heilan mána??” Jú kanska hvørt ár imeðan eg lesi, men hetta er ikki nakað sum ber til hjá teimum flestu. Hetta verður í hvussu er ikki nakað eg fari at hava møguleika til tá eg komi út á arbeiðsmarknaðin. So við hesum møguleikanum framman fyri mær, er onki annað at gera enn at taka av! Og tað gjørdi eg í seinastu viku, tá eg og tvær vinkonur bíløgdu okkum eina ferð laaangt burtur.

Hvar leiðin gongur, fortelji eg næstu ferð!

Eg kann siga so mikið, at á myndini eri eg júst komin heim frá læknanum, aftaná eg var blivin vaccinera. (Hetta var fyrstu ferð, sum eg minnist, at eg eri blivin vaccinerað. Eg var bebbarædd og trúði at eg fór at svíma, men tað veit denn, hetta hevði ikki nógv uppá seg og eg geri tað gleðiliga aftur).

M&K

Skriv et svar