Tá orsøkin til at búkurin veksur, brádliga er ein onnur

Ja, tú læs rætt! Búkurin veksur og veksur, men av einari heilt aðrari orsøk enn vanligt!

Eg eri við barn og vit eru sooo spent!! Hesir undanfarnu mánaðarnir hava verið ein rusjibani, frá einum enda í annan. Frá at finna útav at eg var við barn, til at venja seg við allar broytingarnar, samstundis við at skulu halda tað loyniligt. Nei tað veit den, eg havi mangan verið ørkymlað.

Men mest av øllum, kenna vit okkum so heppin og takksom, fyri at hetta hevur eydnast. Eg haldi kanska at tað er natúrligt í dag, at hava ein lítlan ótta fyri at man fer at hava trupulleikar, við at gerast við barn. Tað havi eg faktiskt altíð haft. Men hesin óttin er bara vaksin við, at tað er blivið eitt meira opið evni í samfelagnum. Eg haldi at tað er fantastiskt at tað nú verður tosað um hendan trupulleikan, soleiðis at man ikki gongur og heldur at hetta ber til hjá øllum. Eisini fyri at steðga ræðuligu viðmerkingunum sum “Nú nær fara tit at fáa tykkum eitt barn?” Sum um tað kundi samanberast við at fara oman í Á, at keypa ein mjólkapakka. Tað verður nú gjørt vart við, hvussu nógv pør stríðast við at gerast við barn, og mítt hjarta brotnar, bara við tankan um hvussu høgt hetta talið er.

Ja, sum tit kanska skilja á lagnum, so havi eg onkursvegna ringa samvitsku, um at eg/vit hava verið so heppin at koma her til uttan trupulleikar. Tað skal eg sjálvandi ikki lata skugga mína gleði. Men tá eg fái tað niður á pappír, so stingur tað enn meir. Eg hugsi um onkur kanska lesur hetta, og aftur verður mintur á, at hetta ikki eydnast hjá teimum. Til alla lukku er hjálpin í dag góð, og møguleikarnir at gerast foreldur hóast alt nógvir.

Tað einasta eg kann gera, er at gleðast um hetta lítla fostri, sum veksur so fitt í búkinum hjá mammu síni. Tað hevur tað uppiborið.

Eg havi altíð ynskt mær børn. Ja faktiskt síðani eg var heilt ung. Men tíbetur ynskti eg eisini at bíða, til eg fann tann rætta at fáa barnið saman við. Eg minnist væl eina hending, fyri skjótt tíggju árum síðani. Vit í FAROE5 gjørdu eina blaðsamrøðu við blaðið, sum tá æt MESS. Tað vóru nógvir ymiskir spurningar, men ein av teimum var “Hvat er títt stórsta ynski?”, so erlig sum eg eri, svaraði eg tað fyrsta eg hugsaði. “At gerast mamma”. Áhh den látur! Eg var tá 18 ár, og hinar fýra hildu at hetta var nakað undarligt, at siga! Tað hava vit mangan flent eftir. Men eg meinti tað og eg meini tað enn. Tí eg dugi slett ikki at ímynda mær eitt lív uttan børn.

Lítið visti eg, at eg fór at skulu bíða í tíggju ár, áðrenn eg fór at koma har til. Men tað hevur ongan týdning. Nú er okkara tíð komin.

 Eg gleði meg at deila mína uppliving av at vera við barn. Fyrsta tíðarskeiðið av at vera við barn, var nemliga slett ikki soleiðis, sum eg hevði vantað. Hetta fari eg at koma nærmari inná seinni.

Um tit hava onkur góð ráð ella spurningar, eru tit meira enn vælkomnar til at skriva eina viðmerking.

M&K

Skriv et svar