Tá systirin vil ferðast, hvat ger man so?

Tað besta við lívinum (okey, ja eg eri djúp í dag), er at taka “her og nú” avgerðir. Tað er ikki altíð, at alt skal hugsast so gjølla í gjøgnum. Viðhvørt skal man bara gera tað, ið ein hevur hug til júst tá. Vit vita ikki hvar vit eru um eitt ár, ella um vit fara at hava góða heilsu og allar teir møguleikarnir vit hava beint nú. Eg haldi ofta at vit útseta tað, ið vit veruliga ynskja at gera.

Tit kenna kanska til tað “áhh eg kundi hugsað mær at fari at gjørt hetta og hatta”, men vit lata tað fara, og útseta tað ár aftaná ár. So fara vit kanska ongantíð at uppliva tað, sum vit dagliga ganga og droyma um.

Síðani eg var interrail í 2010, havi eg elskað at ferðast. Eg kundi ferðast einaferð um mánaðin, um onkur annar kundi goldið fyri tað 😉 Men ja, so hvørja ferð tað er ein møguleiki fyri at ferðast, so taki eg av. Ein kann veruliga finna bíligar ferðir, til so vakrar býir. Tað er fantastiskt! Nú er tað eisini lutfallsliga bíligt at flúgva úr Føroyum. Eg haldi at tað er so fantastiskt, at Føroyar hava so nógv feløg innan ferðavinnuna, sum hava knasandi góð tilboð at bjóða. Tað er so deiliga lætt at ferðast, tá ein fær bæði hotel og flogferð við í prísinum. Tá kann man næstan fara blundandi avstað og ordiliga njóta tað.

Vit vóru ikki nógv og ferðaðust tá eg var yngri. Eg haldi ikki at eg hugsaði nakað serligt um tað tá. Eg visti jú ikki hvat var uttan fyri okkara deiligu oyggjar, so eg var vælnøgd. Ístaðin fóru vit, øll familjan, út til ommu á Strondum at hoyggja um summarið. Tað var altíð líka hugnaligt, so tað taldi sum okkara feria.

Vit eru trý systkin. Eg eri yngst, systir mín miðlingur og so hava vit ein eldri buldribassa sum er kongurin av systkinaflokkinum. Tey hava børn, familju og nokk at takast við har heima, men tann eina dagin, skrivaði systir mín at hon gott kundi hugsað sær at sloppi at ferðast. (Tá var eg skjótt klár)

Eg siti altíð og hyggi eftir ferðum á netinum. Ofta brúki eg Momondo, soleiðis at eg finni tær bíligastu ferðirnar og hotellini. So tað veit den, tað gekk ein stutt løta, áðren vit høvdu sent fleiri ferðir ímillum okkum umvegis facebook. Haha.. eg veit ikki um hon vantaði at hetta fór at blíva til nakað, tá hon skrivaði hetta til mín. Men samstundis, so veit hon hvussu eg eri. So eg spammaði hana niður við øllum hesum góðum tilboðunum, sum vóru alt ov góð til at siga nei til. So spurdu vit beiggja, um hann eisini hevði hug at koma við, og tað veit denn, hann segði ja!

So nú fara vit trý á ferð! Ljóðar tað ikki bara sooo hugnaligt?

Um nakar hevði spurt okkum um hetta fyri tveimum vikum síðani, høvdu vit øll staðið málleys. Hahah… hetta er tað síðsta eg hevði vantað, men áhh heeeeelle eg gleði meg.

Vit fara til eitt stað, ið ongin av okkum hevur vitjað áður. Eg havi tó hoyrt ótrúúúliga nógv um hetta staðið, so tað má verða væl umtókt. Leiðin gongur nemliga til tí næst stórstu kanarisku oynna, sum eitur Fuerteventura, og vita tit hvat? eg fann eitt pakka tilboð við flogfari og uppihaldi, eisini kallað charterferð. Alt er samansett, so vit skulu bara møta upp. Náhh men, so tá eg hyggi eftir hvørjum flogfari vit skulu ferðast við, er tað sku Atlantic Airways!! Tað var altso undarligt ha? Eg trúgvi at Atlantic leiðar flogfarið út til Apollo, tí tað er felagið vit hava bílagt umvegis. Sig so ikki tað, men tað var sjálvsamt, nú tá vit bara valdu okkurt tilvildarligt, sum eg fann á momondo.

Men áðrenn vit fara avstað, skal eg líka fáa seinastu royndina av vegnum, og so fara vit.

(myndirnar eru av hotellinum, sum vit skulu búgv í)

Juhuuuuuuu!!!!!

M&K

Skriv et svar