Tá “TAXFREE” skiltið fær tín innara shopaholic at trýna fram

Vit kenna allar til tað ha?

Vit fara at ferðast, vit skulu hugna okkum og alt skal vera loyv.

Nú eru vit ávegis heim aftur úr París og freistingin á flogvøllinum stendur fyri framman.

Altso eg minnist væl fyrr, tá eg ferðaist. Eitt av hæddarpunktunum var at ganga og mæla í taxfree hølunum, tí har var alt so øøøgiliga bíligt! Tað einasta eg nakrantíð havi fingið burturúr tí, eru býtt brákeyp, sum síðani eru endaði við at verða feilkeyp. Ja, kanska vit spara eitt sindur av peningi, men vit enda ofta við at keypa eina rúgvu, sum vit slett ikki hava brúk fyri.

Nú ferðist eg nokk so ofta, helst ímillum Danmark og Føroyar. Tað er líka sum blivið ein vani, at man skal keypa ein heilan beriposa av bommi heim við. Hví hundin er tað tað?? So vit skulu fylla okkum við øllum tí søta, sum vit so fara at angra okkum grønan yvir at hava svølgt. Men eg síggi at nógv gera tað enn, og ja tað er mega freistandi.

Síðani eg flutti niður, havi eg gjørt tað til eina fasta reglu, at eg ikki keypi bomm á flogvøllinum, men bara um eg skal keypa fyri onkran. Tað gevur jú onga meining at keypa ein sekk av bommi, baaara tí at eg nú eri á flogvøllinum. Sjálvandi keypi eg onkuntíð okkurt, men ikki sum fyrr, har man skuldi eiga eitt lagur av bommi, aftaná at hava verið og ferðast.

Men enn er tað eitt ting, sum eg havi soo ringt at standa ímóti.

Mítt veika felt, eru luktilsini! ÁHHHH!! Men har kann man veruliga spara eina rættiliga stóra mongd! Eg mundi smelta, tá eg sá hesu lekkru luktilsini frá Marc Jacobs í dag! Míni yndis luktilsi eru frá honum, og tað nýggja angar sooo væl og so er tað bara sooo vakurt. Eg kláraði tó at halda meg frá freistingini, men sum tit hoyra, so havi eg ikki ordiliga uppgivið tað enn. Men hetta er aftur tað? eg eigi fult av luktilsum, og havi eg brúk fyri einum afturat, ella er tað bara tí tað er niðursett, og so er tað har man blívur bráhugsin, og áðrenn man veit av, stendur man við kassan og koyrir kortið ígjøgnum. Den går ikke altid!

Nú má eg royna at brúka vit og skil, ímeðan eg eri her yviri. Tað skal eisini verða stuttligt at hyggja eftir kontoni, tá man kemur heim aftur. So tað er bara at halda sær í skinninum, og velja okkurt út, sum man veruliga verður glaður fyri. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga.

Kennir tú eisini til hendan trupulleikan?

M&K

Skriv et svar