Tað einasta sum ikki skuldi henda! Eg dxxxxxx..

Óansæð hvat vit velja at lesa, so fara tað altíð at koma fak, har vit mugu stríðast eitt sindur eyka.

Tá eg søkti inn til Sálarfrøði, var tað eitt fak, sum gjørdi at eg umhugsaði at lata vera. Eg sá nemliga, at tað stóð at vit skuldu hava statistik á fjórða semestri. Rokning hevur ongantíð verið mín sterka síða, og eg vil heldur ikki siga at logikkur fyllur so nógv hjá mær. At lesa ein matematiskan formil, er sum kinesiskt fyri meg.

So líka síðani eg byrjaði mín lesna í Aarhus, havi eg hugsað “Eg skal bara klára fjórða semestur, so er sloppið”. Tískil havi eg havt ótta fyri hesum fakinum..

Náhh, men avtí at eg visti hvussu ringt hetta fór at verða fyri meg, var eg til allar fyrlestrarnar, holdtímarnar osf. Eg royndi virkuliga at gera mítt besta. (uttan at skilja so forferdiliga nógv av tí eg gjørdi).

Fyrst í apríl fingu vit at vita dato’ið fyri reeksamiuna, og hetta gjørdi ikki trýstið minni. Reeksamian skuldi nemliga verða mánadagin áðrenn brúdleypið. NOY NOY NOY!! So var í hvussu er ongin vegur rundan um, eg MÁTTI klára royndina.

Men hvat? Dagurin kom, har okkara tríggjar tímar roynd (uttan hjálpartól) skuldi verða. Eg kendi meg so klára, sum eg nú einaferð kundi. (eg havi ein ávísan taktik eg brúki hvørjaferð, har eg peppi meg upp sálarliga, so eg fari inn við einum buldrandi sjálvsáliti). Eg bleiv faktiskt ordiliga spent, og endaði við at hugna mær í hesar tríggjar tímarnar.

Haha… Eg má flenna eftir tí nú, tí eg kom út sum ein sólstrála tá royndin var liðug. Eg visti at eg ikki fór at fáa góðan karakter, men eg var nokk so sannførd um, at eg hevði gjørt nokk til at klára tað. Altso eg var lættað. Wuhuuuu!!

Tað gingu einar tríggjar vikur, áðrenn úrslitið kom.. Eg var á Fuerteventura, tá ein vinkona skrivaði at nú høvdu vit fingið svar. Sjálvandi hevði eg trupulleika við at logga inn á mín brúkara. Eg sat har í meira enn ein tíma, og stríddist við at logga inn.. Meðan eg bíðaði náddi eg at fáa at vita at 10% av næmingunum vóru dumpaði, og ein av mínum vinkonum var ímillum hesi.

Áhh fræta altso.. tá eg fann útav hesum, byrjaði eg at missa vónina, um at eg var ímillum hini 90 prosentini.

Nú riggaði endiliga.. men har stóð >>> 00 <<< Noy for sørin altso!!

Eg brast út úr at gráta.. Hetta var tað einasta, ið ikki skuldi henda, og eg var nakað so flov av mær sjálvari. Eg hevði sjálv prædikað um, at hví ikki bara gera tað ordiliga fyrstu ferð, so man sleppur undan at skula í umroynd.

Tað stutta av tí langa..

Her er ongin vegur rundan um. Útyvir at hava fulltíðar arbeið í summar, at fyrireika brúdleyp, so havi sku eisini skula lisið upp til royndina, sum eg skal niður at fullføra bara dagar frammanundan brúdleypið.

Eg haldi tað verða umráðandi at deila hetta við tykkum. Tí tað er ikki alt, sum er ein dansur á rósum.. Eg eri eisini blivin spurd, hvussu eg kann hava tíð til alt sum eg geri. Og tá man hevur ov nógv hjørn í eldinum í senn, er ofta okkurt sum dettur ímillum.

Kanska eg havi haft fokus á ov nógvum øðrum tingum, og tískil ikki gjørt eins nógv við fakið, sum eg burdi. Tann lærdómin kann eg so taka við mær nú.

Tað sum eg havi stríðst við, er at góðtaka at tað ikki eydnaðist. Eg havi følt meg býtta.. Eg giti at tað er mín stoltleiki, ið ikki vil viðganga at eg kiksaði. (Óivað nakað, ið tey flestu kenna til).

Men tað var/er skeift av mær, at verða flov av mær sjálvari. Eg eri ikki meira enn eitt menniskja, og alt kann ikki eydnast. Ongin er góður til alt, og hetta er bara eitt av teimum tingunum, sum eg ikki eri so góð til.. so sjálvt um tað er ooordiliga keðiligt at verða komin í hesa støðuna, so er hetta ikki heimsins undirgangur. Eg kláraði hini fakini, og tað kann eg fegnast um. Tað ræður heldur ikki bara um at klára royndirnar, eg skal helst fáa eitt sindur burturúr tí eisini. Tað havi eg møguleika til nú.

Eg fann útav, at eg var fimm stig frá at klára royndina. (OMG, tað ger tað næstan meira irriterandi). Men til alla lukku havi eg ein pápa, sum hevur eitt óendaligt tolsemi og tímur at sita og læra meg. (Um tað ikki var fyri hann, so hevði tað sæð sera svart út).

So í morgin fari eg ein svipp túr til Aarhus, til royndina. Hesuferð ætli eg mær at klára tað. Spurningurin er, hvussu høg sannlíkindini eru fyri tí? 😉

Vónandi hava tit tað gott, og njóta summarið.

M&K

Skriv et svar