Tað er futtur í og tað er fantastiskt!

Nú kann eg alment fráboða at eg eri ein “Plint Pige”. Tú mást halda at eg eri ør í høvdinum, at eg jamri so nógv um hetta nýggja arbeiðið. Sum um eg havi fingið arbeið hjá drotningini! Hehe… tó ikki, men eg eri ordiliga glað fyri at hava fingið eitt arbeið, sum egnar seg til mín, og sum eisini passar so væl inn í mítt skúla skema.

img_3138

Eg var ikki so nervøs at fara til arbeiðis í dag, sum eg havi verið hinuferðnar. Nú visti eg eitt sindur um hvat eg gekk inn til. Men kennur tú ikki til, at man følir seg býtta tá man er tann nýggja? Man skal læra alt og setast inn í alla tøknina, vita hvar alt er og hvussu alt skal gerast. Tað er ikki bara bara, líka mikið hvar man byrjar. Tað er so ymiskt frá arbeiðsplássi til arbeiðspláss og tað eru altíð nýggir reglar og arbeiðsháttir.

Arbeiðsdagurin var góður og langur. Upp ímóti nýggju tímum, men faktiskt gekk tíðin okey skjótt. Har eru fólk inni og hyggja og keypa alla tíðina og so haldi eg eisini at tað er spennandi at fáa nýggja vøru og skula pakka alt út, seta uppá pláss osf. Fyri meg hevur tað stóran týdning at eg sjálv dámi tað sum eg skal selja til kundan. Har er ikki eitt tað einasta ting inni har, sum eg ikki hevði viljað haft inni hjá mær sjálvari, so tað er bara perfekt. Í dag slapp eg eisini at prýða vindeyga. Wuhuuu! Tað er ein góður stjóri, sum longu gevur mær loyv til tað! Tað var soo stuttligt! Áhh sum eg elski at vera kreativ! Tað er fantastiskt! Og úrslitið bleiv eisini fínt, so tað var alle tiders.

Eisini haldi eg at tað er deiligt og umráðandi at hava fjølbroytni í vikuni, so alt ikki bara er tað sama. Tað er deiligt at koma burtur frá skúlanum í ein dag og so havi eg eisini betur hug at fara aftur í skúla dagin eftir. Eg havi ordiliga funnið útav, at fyri meg riggar tað at hava kontrast í gerandisdegnum og/ella vikuni. Soleiðis verði eg nógv glaðari fyri alt eg geri. Tá eg eri troytt av skúlanum, gleði eg meg at sleppa til arbeiðis, og umvent. Tá eg havi ov nógv at lesa, so tími eg faktiskt ordiliga væl at venja osf. Og at geva sær sjálvum “vinning” tá eg havi verið ófør til eitthvørt.

Fyri meg blívur lívið/dagarnir/vikurnar nógv stuttligari uppá hendan mátan og eg føli at eg upplivi so nógv. Soleiðis eru vit so ymisk. Nøkur fáa stress bara við tankan um at skula alt møguligt og eg fái stress um eg onki havi á skránnið.

Eg gleði meg at sleppa aftur til arbeiðis hósdagin 😀

M&K

Skriv et svar