Tað ringasta við at ferðast er…

Eg elski at ferðast, men eg havi ein øgiligan ótta fyri at flúgva. Eg velji at lata vera við at hugsa um tað, tí eg verði noydd til at gera tað. Dagarnir upp undir, fara nógvir tankar ígjøgnum mítt høvd. Eg hugsi veruliga at hetta eru mínir seinastu dagar. Seinastu fer eg sovi í mínari song. Seinastu fer eg síggi mín sjeik. Seinastu fer eg tosi við mammu osf. Ja eg veit, hetta er fullkomiliga hol í høvdið.

IMG_6932

Tá dagurin so kemur, verði eg so nervøs. Eg siti sum eitt nervavrak í flogfarinum. Eg leggi tilmerkis allar detaljur og ljóð og tori ikki at hyggja út ígjøgnum vindeyga. Kenslan av, at eg onki ræði havi á støðuni, er óúthaldandi. Eg siti bara har, føst, og kann onki gera, um nakað hendur. Um eg hevði siglt, so billi eg mær í hvussu er inn, at eg hevði kunnað svomið eitt sindur, og hvussu er roynt at bjarga mær sjálvari.

Alt hetta hugsi eg, vælvitandi um, at flogfarið er tryggasti mátin at koma fram. Trupulleikin liggur nokk í, at eg ikki skilji hvussu hetta ber til. Eg meini so við. Tað er ótrúligt, at tað kann lata seg gera. Hvussu hetta tunga farið, við fleiri hundrað fólkum í, kann dansa ímillum skíggini? Eg vil so gjarna skilja, hvussu hetta letur seg gera.

Einaferð tá eg skuldi flúgva úr Føroyum til Danmarkar, mátti eg senda eini sms boð til mammu. Mamma hevði hjálpt mær at broytt bilettina, og eg varð bangin fyri at hon fór at føla skuld, um eg var í júst hesum flogfarinum, sum fór at detta niður í dag. So eg skrivaði henni eini fitt boð, at um tað nú hendi, at flúgvarin datt niður, so skuldi hon ikki føla skuld, og at hetta nokk var meiningin. (Eg flenni eftir tí í dag, men so yvirbevíst var eg, um at tað nokk fór at emda galið).

Fólk halda ofta at tað er undarligt, at eg flúgvi so ofta, tá eg eri so bangin. Men eg royni at hugsa, hvat eg fái aftur fyri flogtúrin. Tað at síggja familju/vinir og uppliva nýggj ting, hevur nógv størri virði, enn hasir tveir tímarnir, eg eri bangin. Eg royni at ørkymla meg sjálva, við øðrum, ímeðan eg eri umborð, fyri at flyta fokus.

Her eru nøkur ráð, sum plaga at hjálpa mær.

  • Tak ein film niður á telduna. Tað heldur tínum fokus burtur frá flogtúrinum.
  • Flerðast saman við onkrum, heldur enn at ferðast sjálv.
  • Hav bomm og svans við. Alt er loyvt, tá man er bangin.
  • Lurta eftir tónleiki. So hoyrir tú ikki, einsa væl, øll ljóðini, frá flogfarinum.
  • Les eina bók, blað ella okkurt annað.
  • Hav fokus á hví tú flýgur, heldur enn at tú flýgur. Hav málið í huga.
  • Skriva ein lista, við fyrimunum og vansum. Eg eri sikkurt í, at fyrimunirnir viga meira.
  • Til seinast – Tað er vísindaliga prógvað, at hetta ER tryggasti máti at ferðast.

Um eg kann, so kanst tú eisini. Ikki lata óttan steðga tær!

Skriv et svar