Tað var fantastiskt at framføra aftur..

 Tann stóri spurningurin tá eg skal á pall, er altíð hvat eg skal í og hvussu hárið skal setast og hvussu smynkan skal leggjast osf! Ja, eg eri jú eitt konufólk! Hendan vikan hevur verið proppað við arbeiði, venjing og øðrum, so eg hevði ikki sett so nógv tíð av, til at finna útav hesum. Men nú tá eg arbeiði í einum klædnahandli, fekk eg loyst eitt sindur av trupulleikanum har. Eg hevði sett mær fyri, at eg ikki skuldi fara í svart. So eg keypti mær hesar lekkru krem/grá littu klædningsbuksurnar frá Y.A.S. Blusan sum eg var í er frá Gina Tricot, og hana átti eg frammanundan. Lekkri leðurjakkin er mammu’sa. Hann er 42 ára gamal, og hann er soo flottur! Choker hálsbondini eru frá H&M og stilettirnar eru keyptar í Kvickly.NYKB4404

Eg var til arbeiðis allan leygardagin, so eg fekk frí kl.18 og skuldi standa á pallinum kl.19.45, so her var ikki nógv tíð at spilla. Tá var gott at hava góða hjálp. Mamma gjørdi klæðini klár og babba heintaði meg í havn, so eg kundi leggja smynkuna ímeðan vit koyrdu norð. Tað er langt síðani eg havi lagt tílíka kvøld makeup á, men eg haldi at tað eydnaðist væl. Eg eri ikki perfektionist tá tað kemur til hetta. So leingi tað sær fínt út, so er alle tiders. Eg havi rætt og slætt ikki tol til at fáa alt perfekt! Men eg fór eftir einum looki við brúnum tónum og við eitt sindur av svørtum. Eg kendi meg væl, og tað er tað sum er mest umráðandi.

ETQS6656

Eg eri so vánalig til at gera nakað við mínar negl. Tað er so keðiligt, tí eg haldi tað vera so flott hjá øðrum. Men nú tók eg meg saman. Hetta er ikki nakað meistara verk, men tað pyntaði eitt sindur. Eg legði fyrst eitt ljósareytt lag á og síðani eitt við stórum og smáum fløkum av glimmuri.

IMG_2868

Nú var eg endiliga klár at fara á pallin. Vit hugnaðu okkum aftanfyri pallin ein tíma áðrenn. Har fingu vit drekka, køku og breyð, um vit høvdu hug til tað. Fyriskipararnir og hjálparfólkini vóru blíð og fitt, so hýrurin var góður. Eg var rættiliga nervøs, men tað hjálpti mær at hita stemmuna ordiliga upp og koma ordiliga niður á jørðina áðrenn vit skuldu á. Ofta havi eg lindi til at fara upp at flákra, og tá gongur tað galið. Tíbetur megnaði eg hesa fer at taka ræðið á nervunum.

Tað var stuttligt at framføra við fullum bólki og kóri. Tað gevur eitt samanhald og man kennir seg ikki einsamalla á pallinum. Man stuðlar hvørjum øðrum og lyftir hvønn annan upp. Eg hevði eina góða kenslu ímeðan eg stóð har. So mikið at eg eisini náddi at hugsa um, at njóta hesar 15-20 min eg stóð har og sang. Eg sá nógv kend andlit og tað kendist gott. Tónleikarnir vóru framúr góðir og teir skulu hava eina stóra tøkk! Teirra partur lág so ikki eftir. Guðrun Sólja og Annette høvdu tvær knæsandi góður framførslur beint aftaná meg, og eg var glað at sleppa at syngja kór til teirra løg. Vit hava haft tað so stuttligt og hugnaligt til venjingarnar, at hóast fleiri kvøld blivu longur enn ætlað, so var tað altíð fantastiska stuttligt!

Bæði áðrenn og aftaná vóru nógvar góðar framførslur. Eg hoyrdi ikki allar, men støðið var heilt sikkurt høgt á tí sum eg hoyrdi. Frá teimum sum eg havi snakkað við í dag, havi eg hoyrt at tey ungu kláraðu seg ótrúliga væl, og tað haldi eg er ordiliga spennandi og stuttligt at síggja ung evnarík mennast. Tað er nemliga við at sleppa við til tílík tiltøk, at tey ordiliga fáa blóð uppá tonna, og hava okkurt serligt at venja fram ímóti.

Alt í alt var “Við Brúnna 2016” eitt deiligt tiltak og eg vóni at tað verður aftur í komandi summar.

76662_r_990_0

76650_r_990_0

76660_r_990_0

76659_r_990_0

M&K

Skriv et svar