Takk fyri hesuferð Føroyar!

IMG_3884OMG ferian í Føroyum er longu liðug! Hvar fór tíðin??? Eg havi hugnað mær soo nógv. Eg vil bara vera verðandi í heima í Føroyum. Tað er veruliga so deiligt at verða umringað av fólki man er góður við. Summarið hevur verið fult av posiviteti og hugnaligum og stuttligum hendingum. Eg havi upplivað so nógv, at tað hevði blivið til fleiri síðir, um eg skuldi ramsa alt upp.

Men summarferian er við at vera av og tað er kanska tíð uppá at koma úr ljósareyðu, sukursøtu summarbobbluni. (sjálvt um eg ikki vil)! Sum eg havi sagt áður, so kennist summarferian sum ein bobbla. Ein góð sukursøt og ljósareyð bobbla. Summarferian er nokk mín yndis bobbla. Mær dámar so væl tær ljósu tíðirnar, har veðrið er eitt sindur betur og huglagið hjá fólki er eitt sindur lættari. Eg eri blivin forkelað upp um bæði oyru og fórað so væl, at tað verður ein ordilig kollvelting at koma heim aftur til Aarhus og sjalv at skula standa fyri matinum aftur. Men tað gleði eg meg atlíkavæl til.

Mítt summar hevur verið nógv merkt av festivalum. Allir festivalarnir vóru framúr góðir, hóast nøvnini í ár, ikki vóru júst nakað fyri meg! So leingi lagið og stemningurin er góður, so røkkur tað eisini langt. Men eg havi fingið eyguni upp fyri nøkrum føroyskum nøvnum, sum eg gleði meg at fylgja fram yvir. Tað eru sjálvandi teir festligu og fittu “Danny and the veetos” og eisini sjarmerandi og sjálvsikra “Elinborg Pálsdóttir”. Eg havi fangað meg sjálva í at murra teirra sangir fleiri ferðir, so tað má vera eitt gott tekin.

Eg havi hugnað mær so nógv saman við vinum og familju. Eg dugi veruliga at síggja fyri mær, hvussu fantastiskt tað fer at verða at flyta heim aftur til oyggjarnar um nøkur ár. Um mín lesnaður ikki var uttanlands, so hevði eg væl kunna funnið uppá at flutt heim beint nú, sjálvt um eg eisini trívist væl í Aarhus. Tað er bara nakað serligt at verða heima í Føroyum. Tíbetur er tað einans ein flogtúrur ímillum okkum. So um heimlongsulin verður ov stórur, so hoppi eg umborð á Atlantic og haps, so eri eg heima aftur. Men tvass, tað skal nokk fara at ganga. Nú eri eg so aftur í Jyllandi og her er eisini gott.

Ferðin heim til Aarhus í gjár bleiv nakað longri enn ætlað! Tað endaði við at taka tíggju tímar at koma úr Føroyum til Aarhus. Soleiðis kann tað eisini ganga við hvørt. Men vit komu so fram kl.03 í nátt og í dag gongur leiðin víðari til eitt enn heitari land! Altso sum eg gleði meg, sjálvt um tað ikki bleiv til nógvan svøvn í nátt og eg man hava geispað fimtan ferðir í morgun. Tað er altíð spennandi at ferðast og eg eri sikkur í at vit fara at fáa ein góðan túr.
Tit skulu nokk frætta frá mær.

M&K

Skriv et svar