Thanksgiving 2016 – Nøkur hugskot til kendu máltíðina

24. Novembur 2016 er Thanksgiving!

24304 Betty Crocker's Guide to Your First Thanksgiving

Ja, “Thanksgiving” er ein Amerikonsk siðvenja og liggur føst fjóra hósdag í Novembur. Mær dámar væl hesa siðvenjuna, og kanska mín kærleiki til hana kom tá eg sá Gossip Girl, har hesin dagurin altíð var nakað serligt. Hesin dagurin verður og hevur verið hátíðarhildin síðani seint í seytjanhundra talinum. Thanksgiving er kanska mest kent fyri góðu máltíðina, sum verður borðreidd. Hóast siðvenjan er Amerikonsk, so haldi eg saktans at vit kunnu taka hana til okku. Eg haldi eisini hon hóskar seg væl til føroysku mentanina, har matur er ein natúrligur partur sum samlar okkum. Tí havi eg valt, at í ár vil eg hátíðarhalda Thanksgiving.

Men Thanksgiving er ikki bara um mat, men nemliga eisini at bera teimum tøkk, sum man er góður við. Er tað ikki fantastiskt?? At hava ein dag, har vit verða mint á at siga takk? Tað haldi eg heilt víst. Her eru nøkur øðrvísi hugskot til hvussu tú kanst siga takk við onkran tú ert góð við.

creative-ways-say-thank-5

Aftur til matin (sjálvandi)

Ístaðin fyri eina heila kalkun, so hava vit keypt okkum eina lekkra kalkun bringu. So er høvuðs tilfarið funnið. Men tað sum er sermerkt við tí traditionellu Thanksgiving máltíðini, eru allar síðurættirnir. So afturvið kalkun, skal man helst hava fyllu, eplamos, søtepli, eina góða sós + tranubersós og grønar bønir. Útyvir alt hetta til høvuðsrættin, so er tað vanligt at man hevur eina “pumpkin pie” til dessert.

Hetta er ein ordans verkætlan at fara í gongd við, men eg ætli mær at gera eina roynd í morgin. Um tú hevur hug til tað sama, so eru her nøkur hugskot, til hvussu tú eisini kanst fara í kríggj við hesa máltíðina í morgin 😀

Ein av bloggunum sum eg altíð finni íblástur er LaurenConrad og har fann eg sjálvandi fleiri av teirra hugskotum til ein góðan Thanksgiving døgurða. Tú kanst lesa meira um lekkru uppskriftirnar Her

image

Eg havi googlað eitt sindur aftur og fram og tað er sjálvandi mest at finna á enskum. Men Her  kanst tú eisini finna onkrar uppskriftir uppá klassisku máltíðina.

Um tú ikki ert til enskar uppskriftir, so fann eg eina danska Her. Tað er nemliga góða gamla blaðið “Hjemmet”, sum kemur við síðum ískoyti.

Tað er heldur ikki altíð so umráðandi at gera alt eftir punkt og prik. Tað eru nemliga óteljandi ymiskar meiningar um hvussu Thanksgiving máltíðin skal síggja út. Her hevur tú so nøkur hugskot, og so kanst tú sjálv verða kreativ. Tað ætli eg mær í hvussu er, tí eg eri ikki so góða at fylgja uppskriftum. Eg fái altíð hug at royna okkurt annað og tað kann man jú gott!

So góða eydnu í morgin! hehe.. eg eri sjálv eitt sindur nervøs um hvussu tað fer at ganga her. Men nú fáa vit at síggja 🙂

M&K

Skriv et svar