Toffifee cheesecake

CHEEEEEESECAKE!

àhh gud, eg elski cheesecake! Øll elska eina góða cheesecake! Tað er ein sikkur vinnari.

13245311_242695329431726_604681063348237077_n-2

Eg havi leingi ætlað mær at gjørt hesa lekkru køkuna. Og nú Melodi Grand Prix var í gjárkvøldið, helt eg at hetta var eitt upplagt høvi. Hendan uppskriftin er gjørd við íblástri frá http://tvillingernesmor.dk/toffifee-cheesecake-bake-og-uden-husblas/ tó er hendan eitt sindur skjótari at gera og krevur ikki eins nógv tilfar.

Hetta er ikki ein týpisk cheesecake, av tí at hon er rættiliga søt og kanska ikki so frísk sum man ofta bindur cheesecake við at vera.

Hon smakkar soooo væl og er ein sonn kaloriebumba, men tað skal tað eisini verða pláss fyri viðhvørt! Ert tú klár? So fara vit í gongd!

Tilfar

Botnur

300g digestive keks

150g smør

Cheesecake krem

400g rómaost

6 tsk flormelis

1,75 dl karamelsós

1/4 l rómi

3 ørk av husplads

Prýði

ein lítil pakki av toffifee

karamellsós

Arbeiðsháttur

Knúsa keksirnar heilt smátt, blanda tær saman við smørinum og koyr tað í ein springform. Eg brúkti ein springform á 18cm og koyrdi bakipappír á sjálvan botnin (so er køkan lættari at flyta yvir á køkufatið tá hon er liðug). Trýst keksabotnin væl, so botnurin blívur fastur. Hakka nøkur toffifee og legg tað omaná botnin. (eg koyrdi eisini nakrar toppar av myrkari sjokulátu). Set í køliskápið, ímeðan tú gert kremið.

IMG_1093

 IMG_1094

Byrja við at leggja husblas í kalt vatn í 10 min. Píska rómaostin og flormelis saman. Píska róman í einum ílati fyri seg. Koyr nú husblas í vatnbað, til tað er smeltað. Vend husblas skjótt saman við 5 spsk av rómanum, so tað fær ein javnan konsistens. Rør nú róman saman við rómaost/flormelis blandinum, síðan rørur tú husblas blandið í og til síðst rørir tú karamellið í.

Koyr nú kremið í springformin og prýð við hakkaðum og heilum toffifee. Til síðst koyrir tú karamell kremið omanyvir.

IMG_1095

IMG_1098

Set køkuna í køliskápið í nakrar tímar, áðrenn tú borðreiður.

MUMS! Vælgagnist og góðan sunnudag til tín.

M&K

Skriv et svar