Top 3 – Mest lisið á SukurSøtt í 2017

So er árið við at verða runnið og eg havi verið inni og hugt eftir statistikkinum inni á SukurSøtt. Jaja, eg kann nemliga síggja hvat tit tíma væl at lesa og hvat er minni umtókt. Annars hevði eg verið á herrens mark, ikki tí, sum eg plagi at siga, so er hetta eitt mítt hugnaliga frítíðarítriv, sum eg brúki til at halda meg í gongd. Men eg eri eisini bara eitt menniskja, og gleðist sjálvandi, tá eg kann bjóða tykkum eitthvørt, ið tit eisini kunnu fáa gleði av.

Eg kann siga so mikið, at tað hava verið yvir 80.000, ið hava klikt inná SukurSøtt í 2017. Eg fekk chok tá eg sá hetta talið. Men bleiv sjálvandi glað, og tað gevur mær eisini hug at halda fram.

Eg vil nú tríva aftur í teir bloggarnir, sum tit hava lisið allar mest.

*******************

Nr.3 á listanum, skilji eg væl, tí hetta er so forbiði lekkurt! Ja, tað eru nemliga TWIX BITARNIR. Teir finnur tú HER

Nr.2 á listanum, bleiv eg eitt sindur yvirraskað av. Tað er nemliga mítt YNDIS BOLLADEIGGJ sum verður gjørt næstan hvørt vikuskifti heima hjá okkum.

Nr.1 er ongin onnur enn SJOKULÁTA BUMBAN! Hetta kom ikki sum eitt yvirraskilsi, tí hon smakkar so fantastiska væl!

Hetta var tað. Árið hevur verið fantastiska gott og eg síggi fram til at deila nógv gott við tykkum í komandi ári.

M&K

Skriv et svar