Torir tú til Turkaland??

14002397_10154489384973856_1113974649_o

Hetta skrivaði eg áðrenn eg fór..

Nei faktiskt tori eg ikki so væl, men eg velja at gera tað atlíkavæl. Eg havi altíð verið nokk so bangin av mær. Mær dámar ikki væl at kenna tí kroppsligu kensluna av ótta. Mín ótti hevur mangan steðga mær í at uppliva nakað sum eg faktiskt ynskti. Aktivitetir, sum at leypa úr faldskermi og at at dykka niður á havsbotn, fari eg nokk ongantíð at koma til at uppliva, tí eg ikki tori. Eg eri nakað so bangin fyri øllum sum ikki er á menniskjahædd á jørðini. Tað at ikki hava kontrol, eri eg ikki so góð til. Men tá tað kemur til at uppliva aðrar mentanir og uppliva nýggjar býir, tá vil eg ikki steðga mær sjálvari, bara tí eg eri bangin. Sjálvt ikki um yvirgangur júst hevur verið í landinum. Vit kunnu ikki verja okkum fyri tí. Sjálvandi mugu vit ansa eyka væl eftir okkum, nú tá vit fara til eitt land sum Turkaland. Men tey fólkini sum vóru her tá tað hendi, hava heilt sikkurt eisini ansa eftir sær, men tað hendi óansæð. Vit kunnu ongantíð vita nær tað aftur fer at henda, og tí vil eg ikki lata yvirgangin og tey sum stóðu aftanfyri álopið steðga mær. So vil eg heldur liva og gera tað eg elski, ístaðin fyri at kenna meg kroysta av ótta og verða heima. Sjálvt um fokus er sett á yvirgang, tá man hugsar um Turkaland, so vil eg gera mína egnu meining av landinum, sum heilt sikkurt hevur nógv gott at bjóða.

Mín uppliving ímeðan eg havi verið her..

Eg eri ferð aftaná ferð blivin positivt yvirraskað síðani vit komu til Alanya. Vit blivu móttikin á hotellinum við opnum ørmum. Alt lat seg gera og tað er sjálvdan at eg havi upplivað so góða tænastu. Arbeiðsfólkini eru so ótrúliga fitt og blíð og eru altíð klár at hjálpa.

Alanya er ein vakur feriubýur og hevur allar hentleikar. Vit búgva 300 metrar frá strondini og tað tekur kanska einar 10-15 minuttir at ganga inn til shoppingumráðið. Har hava vit verið einar tvær ferðir. Hetta var eg eitt sindur spent uppá, tí eg hevði hoyrt áðrenn vit fóru, at sølufólkini kundu verða nokk so ágangandi. Og JA tað eru tey so sanniliga eisini. Men onkursvegna skilji eg tað, sjálvt um eg haldi tað verða pissi irriterandi. Tey selja jú øll akkurát tað sama!! Eg havi í hvussu er sæð tjúgu handlar sum selja tær somu blusurnar og taskurnar fyri júst sama prís. Ímyndi tykkum um øll yvirhæddin í SMS seldi akkurát tað sama.. So skal eg lova tær fyri, at sølufólkini høvdu blivið meira ágrýtin, tí annars hevði handilin ongar kundar haft. Handlarnir her snøkt sagt berjast um kundarnir. Man verður næstan hálaður inn í handilin, bara man líka hyggur eftir einum plaggi sum hongur uttanfyri. Men fitt eru tey, hóast alt. Hetta er teirra mentan, so tey kenna kanska ikki til annað.

14002406_10154489385063856_6984560_o  13682634_10154489384753856_1800829658_o 13987298_10154489384863856_204780209_o 14002401_10154489385088856_274374350_o

“Sunny Hill” sum er Hotellið sum vit búgva á vil eg heilt sikkurt viðmæla. Her er soo deiligt og all inklusive konseptið riggar ótrúliga væl. Tey bjóða ymiskan og vælsmakkandi mat øll tíðspunkt á degnum. Her er onki at seta fingurin á. Hetta hevur heilt sikkurt verið allar pengarnar vert og sum heild júst tann ferian vit ynsktu okkum. Eitt deiligt minni at taka við heim til Aarhus um nakrar dagar.

M&K

Skriv et svar