Tráanin eftir tí perfekta kroppinum

IMG_2247Eg veit at hetta er eitt afturvendandi evni, sum kanska eftirhondini er sum eitt gjøgnumtugt tyggigummi við ongum smakki eftir í. Men tó haldi eg hetta er eitt evni, sum fyllir so mikið nógv, at eg má lufta mínar tankar um tað.

Tað er summar og veðrið er gott. Hetta hevur við sær, at vit ganga meira løtt klødd. Vit vísa meira húð og fyri nøkur far hetta eina ósikkurheit fram. Vit verða bombarderaði við perfektum kroppum á sosialu miðlunum, og er hetta sera óheppi fyri nógv, tí hetta hevur eina negativa ávirkan á tey. Modellirnar á forsíðunum eru undantakið, tí tað er ikki soleiðis flestu fólk síggja út. Eisini eru myndirnar so nógv viðgjørdar, at tað hevur lítið við veruleikan at gera. Rákið í dag er eisini at vit eiga at hava ein væl vandan kropp. Men hvat um hetta ikki er júst tað sum vit ynskja, ella nakað vit ikki hava orku til at stríðast við? Verða vit glaðari um vit eru kløn og brún við perfektari húð? Viðhvørt hugsi eg um hvussu yvirfladiskt tað er at ganga og hugsa so nógv um tað. Alt annað má ganga nokk so væl, um tað er mín stórsti trupulleiki. Eg havi altíð kent meg tjúkka. Eg dugi væl at síggja nú, at eg ongantíð havi verið tjúkk, sjálvt um eg ofta havi haft eitt sindur for nógv uppiá. Men hví havi eg so kent meg tjúkka? Tað kann verða tí at umhvørvið man er í, sigur at man skal vera ein strika. Eg havi kanska dáma væl at hugt í sjónvarp og har eru jú næstan bara tey klønu og flottu fólkini. Eg minnist at eg plagdi at hyggja eftir “The biggest looser”, tí tá føldi eg meg so deiliga væl. Áhh tann forstýraða verð.

Nú eg skal á eina sólferiu, havi eg eisini hugsað um at eg skal í bikini. Omg .. Man sær jú alt í einum bikini! Eitt sindur av appilsinhúð her og strekkmerkir har. Lørini eru í so slaskut og reyvin situr ikki júst har man hevði ynskt. Men hvat? Skulu vit goyma okkara kropp alt lívið, tí hann ikki er perfektur? Nei tað fari eg ikki. Ongin er perfektur. Vit eru ofta so vánalig til at síggja okkara egna vakurleika, men eru framúr góð til at síggja alt tað positiva hjá hinum. Wauuuuw! Hini rigga altíð so væl, men eg sjálv.. neinei har er alt galið.

Tá eg hyggi í speglið og síggi tað negativa, so royni eg alt hvat eg kann, at leggja teir negativu tankarnar burtur. Eg vil ikki verða ein partur av tí rákinum sum koyrir, har øll skulu vera sum strikir í luftini ella hava eina óveruliga gigantiska reyv og eina yvirdrivið smæla miðju. Eg vil heldur stuðla tí, at tað er okey at vera júst soleiðis sum man er. So leingi ein sjálvur finnur tí innaru gleðina, so vil man fyrr ella seinni finna gleðina fyri sítt ydra. Eg veit at tað eisini hevur stóran týdning, hvat fólk rundan um ein siga. Tí vil eg viðmæla øllum til at rósa hvørjum øðrum og heldur eggja til ein sunnari lívsstíl ístaðin fyri at koma við negativum viðmerkingum, sum ikki eru uppbyggjandi. Eg haldi tað vera so trist, at hoyra gentir vera so ósikkrar um sín egna kropp. Vakrar sunnar gentir, sum eri fullkomiliga heilavaskaðar av rákinum. Tað er okkara ábyrgd at útstrála og úttrykkja at tað er okey at vera soleiðis sum man er.

Eg trúgvi at tit nikka tá eg sigi at tað er soo deiligt at vera saman við fólki sum eru sjálvsikkur og hvíla í sær sjálvum. Tað er so avslappandi. Fantastiskt! Eg síggi upp til tey. Tað er ikki tí tey eru perfekt, men tí at tey góðtaka tann tey eru og fáa tað besta burturúr tí tey hava fingið. Sum eg skilji á lagnum, lærur man hetta meira og meira við árunum, so tí velji eg at trúgva. Eg kann hvussu er játta at eg eri nógv tryggari við mær sjálvum í dag enn eg var fyri nøkrum árum síðani.

So sjálvt um eg ikki havi tann perfekta kroppin, so ætli eg mær í bikini og eg ætli mær at føla meg væl. (eisini tá tann “perfekti” kroppinum gongur framvið). Eg vóni at tú kanst gera tað sama.

M&K

Skriv et svar