Tríggjar lættar háruppsetanir

Tríggjar lættar háruppsetanir til veistluna. 

No.1 – Fiskaflættan

Hetta lookið er eitt sindur avslappað og kul.

Jú meira tú hálar í flættuna, jú rokaligari og størri blívur hon.

Tað einasta tær tørvar til hetta er tvey elastik og eitt krúllujarn.

Hendan hársetanin hóskar væl til tað avslappaða settið eg legði út í gjár.

13817257_10154425040448856_299323057_n

No.2 – Lág brúðarrulla

Hetta er ein av mínum yndis háruppsetaðum. Hetta er so klassiskt og skjótt at gera. Óansæð hvat tú ert í, so sært tú fín út við hesari setanini.

Eg havi sett hana saman við settinum við pelsinum. Pelsurin fyllur nokk so nógv, tí er gott at fáa hárið upp frá økslunum.

Her er vakurt at hava hálsketu ella stórar oyraringar, tí uppsetanin er so einkul.

13819799_10154425040663856_23433679_n

No.3 – Flættan á síðuni

Hetta kann kennast eitt sindur trupult at fara í gongd við.

Tú flættar eina uppíflættu á hvørjari síðu og samlar báðar á einari síðu.

Aftur her, blívur flættan rokaligari og stórri, jú meira tú hálar í hana.

Hesa setanina havi eg sett við tí einkla settinum.

13820357_10154425040598856_1380947776_n

 

IMG_3425

IMG_3422

IMG_3421

Nú er bara at fara í gongd. Ofta haldi eg, at hárið og smynkan hevur líka stóran týdning, sum klæðini man er í. So um tú følir at tín kjóli er eitt sindur óintresantur, so kanst tú sagtans redda tí, við at seta fokus á hárið og smynkuna. Góða eydnu! Vónandi gav hetta ein íblástur til tín. Eg vil gjarna síggja myndir og viðmerkingar um hvussu hevur gingið 🙂

M&K

2 comments

  1. Heidi :) says:

    Veldugt Vígdis 🙂
    Eg skal í brúdleyp Leygarkvøldið, og eg fari at royna uppsetan nr 2 🙂
    Sær út sum okkurt eg burdi klára sjálv, so er tað tað, um tað verður so lætt sum tað sær út at vera 🙂

    • Vígdis says:

      Deiligt Heidi 🙂
      Vónandi riggaði tað væl hjá tær. Tað eri í vís í at tað gjørdi 🙂 Eg vil fegin síggja eina mynd, um tú hevur hug til at vísa úrslitið 😀

Skriv et svar