ÚTSØLA = FEILKEYP?

                       Áhh eg elski útsølu!

IMG_3541

Onkuntíð ivist eg í um eg eri ein “shopaholic”! Tað er mest sum um at eg fái eitt kick av at keypa klæðir. Eg veit.. tað gevur onga meining! Altso slett onga meining. Hvussu kann man kenna gleði av einum nýggjum plaggi? Eg dugi væl at síggja hvussu hol í høvdið hetta er, men fer aftaná fer, endi eg við at keypa mær eitt nýtt plagg, sjálvt um eg slett ikki havi brúk fyri tí.

Í Danmark er altíð útsøla onkustaðni, so eg livi mitt í verðini. Í Føroyum er stóra summarútsølan júst byrjað og kvinnurnar eru í hopla ímeðan visakortini brenna. Hvat er tað við útsølu og kvinnum? Fyri nógvar er hetta tann perfekta samansetingin. Eg má flenna, tí onkuntíð royna vit at billa okkum inn, at vit faktiskt spara pengar og ikki brúka pengar, tá vit fara á útsølu. Hvat eg endaði við at geva fyri plaggið hevur ongan týdning, men hvussu nógv tað var niðursett, er alt avgerandi.

Men eg eri neyvan tann einasta sum komi heim við einum ella fleiri “feilkeypum” tá eg fari á útsølu. Brádliga mangli eg alt og alt er dupult so lekkurt tá tað er niðursett. Alt blívur so freistandi og man fær hug at keypa pløgg, sum man ikki hevði keypt, um tey ikki vóru niðursett. Hví keypa eitt plagg fyri síðan at leggja tað aftast í skápið? Nei lat okkum koma burtur frá tí. Men hvussu kunnu vit sleppa burturfrá hesum feilkeypunum? (Ja altso, eina betri loysn enn at selja tey aftur á rótkassanum dagin eftir).

GÓÐ RÁÐ:

  • Finn útav hvat tær manglar ÁÐRENN tú fert frá húsum.
  • Hugsa um tín klædnastíl. Eigur tú niðurdeilar, men brúkar teir ongantíð, so nyttar tað nokk ikki at keypa fleiri av teimum.
  • Avgerð hvussu nógvan pening tú ætlar at brúka áðrenn tú fert frá húsum.
  • Far eftir basic vøru sum td. toppar, einslittar blusir, klassiskum buksum osf. Hetta er vøra sum ikki fer av móta.
  • Nýt orðatakið “Need to have vs. Nice to have”. Er tað nakað sum tú veruliga hevur brúk fyri ella hevði tað bara verið lekkurt at haft.
  • Til síðst: Far ikki á útsølu við timburmonnum, tá hugsar heilin ikki klárt og tá tykist alt at bera til!

 

Tað kann eisini kennast sum ein sigur at fara á útsølu og koma heim við ongum, tí tá hevur tú verið røsk at staðið ímóti freistingunum. Hetta royndi eg í gjár. Tað var eitt sindur hart tá eg var í støðuni, men altso eg var glað og stolt tá eg kom heim. Um tú ert líka ring sum eg, so burdi tú roynt hetta. Eg havi ongan umskyldning eftir. Eg mangli hvørki tað eina ella tað annað tá tað kemur til klæðir, so eg má royna at halda mær í skinninum. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga við tí.

M&K

Skriv et svar