Vælkomin til ”Kundatænastuna”…

(Hesin bloggurin bleiv skrivaður í august, tá eg var heima í føroyum)

Seinastu tíðina har eg havi verið í Føroyum, havi eg javnan samskiftað við ymsar fyritøkur, handlar, peningastovnar osf. Hetta hevur í flestu førum verið í samband við ymiskt til brúdleypið, men eisini viðvíkjandi øðrum viðurskiftum. Í høvuðsheitum hevur samskiftið verði umvegis telefon, og tískil eri eg ikki vís í hvønn eg havi tosað við, men líka mikið við tí.

Sigast skal.. Nú havi eg sjálv arbeitt í tænastu vinnuni, og er tað nakað sum er sikkurt, so er tað at øll hava ringar dagar, og tað má tað verða rúm fyri. Tað er eisini okey, ikki at vera upplagdur ella at tænastan onkuntíð haltar. Ongin veitur topp tænastu hvønn dag, til allar kundar. Hetta er snøkt sagt ómøguligt. Vit eru jú bara menniskju..

Men tað eru ymsir mátar at veita vánaliga tænastu.. Nøkur duga ikki, ella eru júst byrjaði og eru ikki sett inní alt enn, eru sjúk, hava verið útfyri onkrum keðiligum ella okkurt líknandi.. Hesum kann man sum kundi væl bera yvir við, um tey eisini eru blíð og fitt. So eru tað hini.. sum ikki tíma, orka og/ella ynskja at hjálpa! Tað eru hesi, sum irritera meg óavmarkað.

Nú skal eg ikki skera øll yvir ein kamb, men tað er altso ein afturvendandi trupulleiki, at tænastan umvegis telefon hjá fleiri fyritøkum í Føroyum, er ALT ov vánalig. Bara tankin um hetta fær øðina fram úr mær! Og eg gerist líka ovfarin hvørja ferð, tí eg skilji ikki hvussu tað kann verða so lítið fokus á, einum soo umfatandi og týðandi parti av fyritøkuni.

Vit kenna øll til tað.. Tað er nógv stuttligari at keypa frá einum persóni, sum er fyrikomandi, samstundis sum hann lurtar og skilir, enn frá einum sum er fullkomiliga líkaglaður. Hetta skuldi verið rættiliga einfalt, men nei..

Halt kipp ikki tað er óneyðugt og irriterandi. Man ringjur jú, tí viðkomndi, sum tekur telefonina, er settur í starv, at veita tænastu til tey ið ringja inn. Eg havi upplivað fleiri ferðir, at viðkomandi í hinum endanum tykist fullkomiliga líkaglaður. (Onki er so irriterandi sum tað)! Man ringjur jú inn við einum ynski ella einum trupulleika, sum man tørvar hjálp til. So fær man svar sum, ”tað veit eg ikki ordiliga” ella ”hvat heldur tú”, ”huff… altso.. eg kann prøva at kanna tað men..”, ”Hatta geri eg onki við, tú kanst sjálv prøva og ringja”, ”ja altso, um tú heldur tað verða so irriterandi.. ella keðiligt, so kanst tú bara skriva ein mail til leiðsluna”.. Voreherre bevare!!

Eg havi brúkt so nógva orku, til at spyrja og spyrja og spyrja.. Men hugurin í hinum endanum er bara slett ikki eksisterandi. Hvussu ber tað til? Verður tað góðtikið at so vánalig tænasta verður givin? Eg klári snøkt sagt ikki at góðtaka tað! Samstundis haldi eg tað verða soo langt úti, at eg sum kundi skal føla at tað eri eg sum geri teimum eina tænastu og ikki umvent. Fyritøkan eigur at virða at eg velji júst teirra fyritøku fram um aðrar, og tískil virðismeta meg sum kunda. Men tað er synd at siga, at hetta er støðan..

Kemst hetta av, at tað eru so fáar fyritøkur sum umboða/nøkta somu tørvir, at óansæð hvat verður gjørt, so koma kundarnir aftur, tí onki annað er at velja ímillum?

Í dag byrjaði eg uppá nakað nýtt, sum eg havi sett mær fyri at halda fram við. Tá eg fái vánaliga tænastu, so tryggi eg mær, at áðrenn eg havi lagt hornið á, so gevi eg fyritøkunum nøkur ráð, um hvussu tey kunnu veita betur tænastu næstuferð. (Hetta verður ikki altíð so væl móttikið).. Líka mikið hvat og hvussu, so má viðkomandi sum veitur kunda”tænastu” lata sum um, at hann skilir tann ið ringir inn. Ikki einaferð havi eg hoyrt ”Eg skilji ordiliga væl tína støðu og at tú ert frustrerað. Eg hevði so ynskt at hjálpt tær, men tað fái eg tíverri ikki. Lat meg kanna tað gjøllari og senda teg víðari til onkran, ið kann hjálpa tær” ella okkurt í den dur..

Bæði tónin á stemmuni og orðavalið rungar av líkasælu..

Tað ljóðar sum um, at tey halda at tey hjálpa.. men faktiskt gerst støðan bara verri, tá tey blíva við at mótsiga einum og tað næstan virkar sum um, at tey hava hug at leggja á, tí tey heldur vilja sleppa at skrolla á facebook, ístaðin fyri at gera tað tey fáa løn fyri. Men gott er. Framyvir, so fari eg bara at nevna tað fyri teimum, at eg haldi at tænastan kundi verið betur. So havi eg í hvussu er gjørt mítt til, at næsti kundin fær betur tænastu enn eg fekk.

Eiga vit ikki at siga frá? Sum eg skilji á lagnum, so er hetta ikki so vælumtókt at gera í Føroyum. Hvussu kann nakað gerast betur, um ongin skal viðmerkja tað ið haltar? Og hvat við teimum, sum arbeiða í kundatænastuni? Burdu tey verið andlitið/røddin út til kundan, um tey ikki ynskja at veita tænastu? Tað má verða keðiligt at hava eitt starv, ið hvørki gevur einum sjálvum, ella kundanum nøgdsemi.

Kenna tit til hetta? Ella havi eg bara verið sera óheppin at rent meg í skeiv starvsfólk ella bara rakt skeivar dagar?

Skriv et svar