Vakra myndlistin hjá FJORD

Nakað sum er blivið sera vælumtókt, eru plakatir við føroyskum motivum. Helst av onkrum, sum vit eru uppvaksin við ella eitthvørt, ið hoyrir til okkara mentan og siðvenju.

Ein av dugnaligu sniðgevunum, sum hevur fingið alvorliga ferð á í Føroyum, er FJORD. Tað er Suffía Nón, sum sniðgevur allar plakatirnar, og hetta er ikki nakað hon hevur lært seg frá einum degi til annan. Soffía er nemliga útbúgvin grafikari og tað sæðst laaaangan veg, tí halt kipp ikki plakatirnar eru snøggar og fullførdar.

Karrieran hjá FJORD byrjaði við súlumyndini, sum faktiskt bara var ein stuttleika verkætlan, men hendan plakatin fekk alsamt meira og meira uppmerksemi, og gerra gav gav Soffíu hugin at halda fram at skapa og fór síðani undir at selja.

Tú hevur óivað rent teg í hesar vøkru plakatirnar onkra staðni. Tær finnast við ymiskum mynstrum, litum, til ymiskar aldursbólkar osf. Her er okkurt til øll!

Hesar plakatirnar fella beint í mín smak, tí at tær hava eina ró yvir sær. Har er onki sum skurrar og so dugur hon so fantastiska væl at velja litir. Tað er dempað, við djúpd og so haldi eg altíð at hvør einstøk mynd fortelur eina søga. Hetta er kanska eyka sentimentalt fyri meg, nú eg búgvi uttanlands. Teir føroysku lutirnir, sum prýða fleiri av myndunum, fáa enn størri týdning, og framkalla ein serstakan sakn til heimlandið, tá man situr á flatlondum.

Er hetta ikki ein uppløgd jólagáva? Skunda tær inn á heimasíðuna og finn tína yndis plakat.

https://fjord.fo

Soleiðis sær tað út, tá tú kemur inn á heimasíðuna hjá FJORD. Plakatirnar frá FJORD finnast tó eisini til keyps í nógvum støðum, runt í landinum. FJORD hevur eisini eina facebook síðu, har tað javnan koma dagføringar, og tilboð. Tú kanst fylgja henni HER.

Tað allar nýggjasta frá FJORD, eru hesi fantastiska vøkru eggini, sum finnast í fleiri litum.

 

Altsooo, litirnir á hesari myndini av Mykines!! Waaaaauw waaauw. So fantastiska flott! Hendan er heilt sikkurt ein av mínum yndis.

Ein fitt jólagáva til gentu ella dreingjakamarið.

Hendan hevði verið fitt til abban ella pápan.

Pssss… FJORD hevur onkrar kappingar koyrandi á hennara facebook síðu, har tú hevur møguleika at vinna onkra av hennara flottu plakatum.

M&K

Skriv et svar