Valentine’s kapping

Valentine’s dagurin er um nakrar fáar dagar, og í tí sambandi havi eg funnið eina lekkra kapping, til mínar fittu fylgjarar.

Nakað sum liggur til føroyingar, er góður matur. Ongin hugni uttan góðan mat, ikki so? Tá eg eri heima í Føroyum, dámar mær væl at fara út at eta. Tað er ikki mest av øllum maturin, men líka so nógv hugnin, sum fylgir við, tá man fer burtur frá sínum egna køki. Eg minnist í byrjanini, tá sjeikurin og eg fóru út at eta.. Fyri hann var høvuðs fokus heilt sikkurt maturin!! haha… so skjótt hann hevði svølgt seinasta bitan, so var hann klárur at fara út um hurðina. Eftir hondini havi eg lært hann, at tað hugnaliga vit at fara út, er eisini at sita og práta og slappa av, so nú gongur betur við okkara datenights.

Á Valentine’s Day er nokk eitt tað mest vælumtókta, at bjóða makanum út til ein betri bita. Hetta er ómakaleyst, men kann skjótt blíva dýrt. Nøkur vilja fegin brúka nógvar hundra krónur uppá onkra serstaka máltíð, har onnur ikki hava so høg krøv.

Í samband við Valetine’s Day fór eg at hugsa, at tað hevði verið lekkurt við einari “give away” uppá eitt gávukort, til onkra lekkra matstovu. Er tað nakað stað, ið eg bara hava hoyrt jaligt um, ja so er tað Angus Steakhouse! Øll sum eg havi tosað við, lata soo væl at, og eg kann bara vera einig. Tað er einkult, men lekkurt. Eitt perfekt stað at fara á Valentine’s Day.

Mær hevur altíð dámað hølini so væl. Eg veit ikki um tað kemur av, at eg arbeiddi sum tænastufólk har niðri, tá tað fyri nøkrum árum síðani at Carello. Tað er mitt í býnum, men at líka væl eitt sindur avsíðis og tað dámar mær ordiliga væl. Eg fái eina heimliga kenslu, tá eg komi inn har. Í gjár lat nýggja matstovan upp í Klaksvík, so tað má vera eitt tekin uppá, at eftirspurningurin er stórur.

So tit, tað tók ikki langa tíð at yvirtala fittu fólkini í Angus Steakhouse, tá eg spurdi um tey vildu stuðla. Tey hava nemliga latið eitt !! GÁVUKORT Á 500 KR !! og tað er alvorliga lekkurt. So túsund takk fyri tað!

Kappingin byrjar seinni í kvøld. Tað kemur at fyriganga á facebook, so tað er bara at fylgja við. Kanska tú verður tann hepni vinnarin, tað hevði ikki verið so galið ha?

M&K

Skriv et svar