Vandbakkelse við hindberjaskúm og hvítum sjokulátakremi

Uhhaaa, hesi smakka! Eitt sindur øðrvísi føstulávintsbollar.

Hesi vandbakkelsuni hava hindberjaskúm, hvítt sjokulátakrem og hakkaðar sjokulátabitar ímillum og síðani róma on top!! jaja, her verður ikki spart uppá kaloriurnar. Hetta er so alvorliga lekkurt.

Tilfar & Arbeiðsháttur

Vanbakkelse

2,5 dl vatn

100 g smør

150 g hveitimjøl

3 egg

Set ovnin á 200 stig við undir og yvir hita. Koyr vatn og smør í eina grýtu og fá tað upp á kók. Stroy mjølið í grýtuna, men minst til at røra skjótt og væl, við einum pískirísi ímeðan. Tak síðani grýtuna av plátuni og lat tað køla í 10-15 minuttir. Koyr eitt egg í í senn, og píska væl ímillum eggini. Síðani verður deiggið koyrt í ein sproytiposa. Sproyta 12 smáar bollar á plátuna. Baka mitt í ovninum í umleið 25 minuttir, til bollarnir hava fingið ein gyltan lit.

 

Hindberja skúm

300 g fryst hindberjum

2,50 dl róma

2 bløð av husblas

 Legg husblas í kalt vatn í fimm minuttir.

Hita hindberini í einari grýtu. Sýla síðani tað mesta av veskuni frá og mosa berini. Blanda nú husblas í heitu berini. Píska róman og rør síðani hindberini spakuliga í.

Hvítt sjokulátakrem

150 g hvít sjokuláta

2,50 dl róma

3 bløð av husblas 

Legg husblas í kalt vatn í fimm minuttir. Sker sjokulátuna í stykkir og koyr hana í eina skál.

Hita róman í einari grýtu við lágum hita. Rómin skal ikki kóka. Koyr fingurin í, fyri at vita nær rómin er nóg heitur. Tá tú næstan brennur fingurin, tekur tú róman av plátuni. Stoyt helvtina av rómanum oman yvir sjokulátuna og rør. Koyr síðani restina av heita rómanum í so sjokulátan smeltar ordiliga og fær ein samanhangandi konsistens. Koyr síðani husblas í og rør væl til tað er smeltað.

Stilla síðani sjokulátakremið í køliskápið til tað er ordiliga kalt.

Prýði + fylla

1-2 dl róma

50 g hakkað sjokuláta

Endaliga úrslitið

Sker vandbakkelsuni í helvt. Koyr eina skeið av hvíta sjokulátakreminum niðast, síðani hindberja skúmið og stroyð hakkaðu sjokulátuna ovast. Legg nú lokið omanyvir og sproyta ein topp av róma ovast. Tú kanst koyra eitthvørt prýði á. Her havi eg brúkt turkaði hindber.

Sooo komu vit endiliga til løtuna, har vandbakkelsini eru klár at eta.

Vælgagnist og gott vikuskifti!

M&K

Skriv et svar