“Vígdis? Tú skuldi ikki á G! ha?” … Mongum brestur ætlan!

Eg hevði glett meg til at friðarligt vikuskifti í Skálavík. Sjeikurin skuldi koma heim úr Danmark fríggjakvøldið og so skuldu vit fara suður til verfamiljuna alt vikuskifti. Men hendan ætlanin broyttist fríggjadagin, tá hann var so heppin at fáa eitt ókeypis atgongumerki til G! festivalin. Og hvat? Tað var onki annað at gera hjá mær, enn at fara ein túr við. Tú veist, ein lítlan túr, at heilsa uppá fólk og lurta eftir tónleiki.

Nú má eg bara flenna, tí tað bleiv ikki akkurát soleiðis sum eg hevði vantað..

IMG_3249

 

Eg snollaði meg áðrenn vit fóru. Sum eg skrivaði áðrenn festivalin, so haldi eg at alt er loyv tá man fer á G! festival. Eg eri so glað fyri mína longu blomstrutu skjúrtu, sum eg keypti í Skálavík fyri nøkrum vikum síðani. Hon kann brúkast til so nógv, og eg helt at hon piftaði mítt outfit eitt sindur upp. Eisini eri eg blivin so glað fyri at hava brúnt á varrunum. Eg brúki fyrst ein nokk so myrkan liplinara og koyri síðani eina nude litta varrastift uttan. Hetta gevur varrunum eina góða rammu, uttan at tær taka ov nógv fokus. Eg eri púra vekk í gamla leðurjakkanum hjá mammu, so hann slapp eisini við at uppliva góða hýrin á G!

IMG_3287

 

 

Tað tók okkum eina øld at koma inn á G! økið og ofta er tað eins stuttligt at sita uttan fyri saman við vinfólkum og hugna sær. Hetta gjørdu vit so og lagið bleiv betur og betur. Nøkur vóru sera ófør at botna øl, og onnur vóru íðin at festa eld í nýggja sigarett áðrenn tann fyrra var sløknað. Tað skal ikki so nógv til at undirhalda fólki, sum øll eru í góðum lag. Áveg yvir á økið steðgaðu vit á við hesum festliga vegginum, sum var nakrar metrar langur. Eg eri ikki greið yvir hvør eigur æruna av hesum listarverkinum, men hetta var stuttligt at ganga framvið og upplagt sum bakgrund til eina fitta mynd.

 

Tá vit komu yvir á økið møttu vit nógvum fólki. Tað er altíð stuttligt at verða heima í summarferiuni og heilsa uppá fólk man ikki hevur sæð leingi. Hetta fer ofta við nógvari tíð og tí vil eg ikki siga at vit fingu so nógv við av tónleikinum. Men á myndini niðanfyri hevur ein mynakona fangað okkum á sandinum, tá felagssangurin var. Her síggja vit so deiliga óskyldig út (haldi eg). Men tað veit denn, eg veit ikki hvar eg fekk hugskotið til stuntið á næstu myndini.

13738331_1256863470991226_3369410593531328776_o

Eg fekk nøkur boð á messenger sunnudagin.. “Vígdis, tú skuldi ikki á G! ha?” og so var myndin niðanfyri viðheft. Haha… eg vildi grava meg langt undir dýnuna, tí eg var so flov av hesum myndunum. Eina løtu var eg eitt sinudur ørg inná, at man í dag sjálvan kann gera nakað, uttan at tað endar á netinum. Men vit liva í 2016 og tað fer neyvan at minka við tílíkum, so hetta velji eg bara at síggja burturfrá. Man skal eisini duga at flenna eftir sær sjálvum viðhvørt. Tað var jú ein sangløta, og eg tók hetta rættiliga bókstavliga. Eg havi ongantíð áður verið til eina konsert har eg sá so væl og tað var eitt fantastiskt útsýni har uppi.

59447_r_960_620

So tað sum skuldi verða eitt avslappandi og friðsælt leygarkvøld, endaði við at blíva fullkomiliga tað øvuta. Men tað var eitt ótrúliga stuttligt kvøld, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan. So tað er ikki altíð negativt tá ætlanirnar broytast. Tá má man royna at síggja nýggjar møguleikar og taka av tí sum tá er frammanfyri sær. Vónandi hava tit haft eitt deiligt vikuskifti.

M&K

Skriv et svar