Vilt tú nýta pengar uppá lutir ella upplivingar?

Eitt tað fyrsta eg hugsaði um, tá eg skuldi flyta til Danmarkar, var um allar konsertirnar eg kundi fara til. Ikki tí, tað eru eisini nógv tónleika tiltøk at fara til í Føroyum, og karmarnir blíva betur og betur.

Men nógv stór útlendsk nøvn, sum ikki koma til Føroyar, koma til Danmarkar. So nú tá ein sleppur undan at keypa tann dýra ferðaseðilin úr Føroyum til Danmarkar, so blívur tað væl bíligari at sleppa til konsertir. Tað er synd at siga, at eg havi verið til eins nógvar konsertir sum eg hevði ætlað, men nú fari eg til eina. Danmark eigur sera nógvar dugnaligar tónleikarar, sum uttan iva kunnu kappast við teir á altjóða pallunum.

mads langer pink

Í kvøld hevur ein tónleikari, sum mær dámar sera væl, nemliga danski Mads Langer, konsert í Musik húsinum í Aarhus, og eg havi tvær bil
lettir. Yes, endiliga! Eg havi verid fan av Mads Langer í nógv ár eftir hondini. Hann hevur júst útgivið eina nýggja fløgu, við heitinum “Reckless Twin”. Tó dámar mær betur tann stílin hann hevði fyrr. Men óansæð, so hevur hann eina ótrúliga rødd, og dugur hann sera væl at liva seg inn í sangirnar.

recklesstwin_packshot

Onkuntíð fangi eg meg sjálva at hugsa “Eg tími ikki at brúka fleiri hundrað krónur, uppá eina konsert”. Men altso altso, eg haldi tað er tað vert. Í hesar tímarnar, hvørvur alt rundan um. Ein merkir tónleikin á ein heilt øðrvísi hátt. Allir sansirnir verða brúktir. Fyri meg, er tað eitt fantasktiskt upplivilsi, sum hevur so nógv meira virði, enn ein lutur.

So skuldi eg valt, at keypt mær eitt nýtt plagg ella keypt konsertbillettir, so veit eg at eg hevði verið nógv glaðari fyri konsert upplivingina enn nýggja plaggið. So tað haldi eg fari at gera meira av í framtíðini.

Vit vita kanska ikki av tí, men ofta liva minnir nógv longur enn lutir.

Eg gleði meg soo nógv til konsertina í kvøld, og trúgvi neyvan, at eg verði skuffað. Men nú fáa vit at síggja.

Hetta var sangurin, sum fekk meg at fella fyri tónleikinum hjá Mads. Hann er enn mín yndis, sjálvt um har eru komnir nógvir góðir síðani.

Havið ein góðan dag!

M&K

Skriv et svar