Vinkonutúr til Keypmannahavn

Alt ov ofta snakki eg um alt sum eg kundi hugsað mær at gjørt, og hvat? Áðrenn eg veit av havi eg gloymt tað burtur aftur og so blívur tað ikki til nakað. Tvær vinkonur og eg snakkaðu um at tað hevði verið hugnaligt at verið saman eitt vikuskifti fram til jólar og hesuferð tóku vit okkum saman og avtalaðu eitt tíðspunkt. Hetta er nú fleiri vikur síðani, og nú er vikuskiftið endiliga her.

Tvær okkum búgva í Jyllandi og ein í Keypmannahavn. Seinast vóru vit allar samlaðar í Aarhus, so nú er tað Keypmannahavn sum sleppur at undirhalda okkum.

friends

Nú sita vit í bussinum.. og her skulu vit sita í nakrar tímar afturat. Tað mundi enda galið. Fyri tað fyrsta vóru vit har meir enn ein tíma ov tíðliga.. (typiskt). Vit fóru so at tralla í eina løtu og komu so aftur hálvan tíma áðrenn bussurin fór. Eg sigi vð hana, at vit mugu vera tíðliga, so vit kundu sleppa at sita saman. Vit sita og bíða við tann hvíta bussin sum hevur “Larsen” skriva eftir allari síðuni. Hetta var tað vit høvdu fingið at vita í sms boðunum. Men har kemur ongin bussførari.. So fóru vit at hyggja eitt sindur runt, um tað kanska var onkur annar bussur vit skuldu við. (tað kann jú ongantíð bara ganga sum tað skal). Ein onnur genta, sum er líka ørkymla sum vit, finnur so útav at tað er ein annar bussur sum vit skulu við. Nú vísur tað seg at bussurin er fullur av fólki, og at vit ikki sleppa at sita saman. (bara yvirav hvørjari aðrari) sooo vit yvirliva!

So nú er vikuskiftið byrjað og vit eru klárar at ráhygga okkum yviri í stórbýnum.

Eg haldi at Keypmannahavn er ein so hugnaligur býur at vitja, sjálvt um mær ikki dámdi so væl at búgva har. So eg gleði meg! Helst eisini at ganga ímillum alt tað vakra jólapyntið og bara tralla, eta og hygga. Tað skal tað virkuliga verða pláss fyri viðhvørt, annars blívur lívið alt for keðiligt. Mær dámar so væl at hava okkurt at gleða meg til og tað motiverar meg í gerandisdegnum.

Hvat fara tit at gera í vikuskiftinum? Kanska onkur veit um okkurt spennandi tiltak, sum er í Kbh í vikuskftinum? So er endiliga at senda eina heilsan henda vegin.

M&K

Skriv et svar