Vinnararnir av 3. lúku eru funnir

So var aftur sunnudagur og aftur tíð at finna nýggjar vinnarar.

Túsund takk til KVINNU, fyri at hava latið tveir soo fantastiskar vinningar, og undirtøkan hevur eisini verið har eftir. Tað er altíð stuttligt at sleppa at forkela onkran, og hevur nakar uppiborið tað meira enn kvinnurnar? Nei, tí hvør er tað sum ofta forkelar øll hini? Nemliga, allar mammurnar og ommurnar standa á høvdinum, fyri at skapa hugnan rundan um hini, (eisini) á jólum.

Hesa vikuna, høvdu vit enntá fleiri vinningar, og tískil eru tvær hepnar damur, sum fáa eina eyka jólagávu frá KVINNU. Hesar hepnu blivu:

Vinnarin av “EITT ÁRSHALD AV KVINNU” bleiv Tórhild Kvilt.

Vinnarin av bókini “LØTAN” bleiv Sonja Eliasen.

Hjartaliga tillukku tit báðar. Vónandi verða tit glaðar fyri vinningarnar. Tit kunnu seta tykkum í samband við SukurSøtt umvegis facebook síðuna, ella her inni á blogginum.

Til hinar, so er enn ein møguleiki at vinna eina lekkra gávu í næstu viku. Vit enda nemliga við einum braki, og vinningurin verður kunngjørdur á blogginum í morgin.

Annars kann árshald av KVINNU keypast umvegis heimasíðuna hjá teimum og bókin fast til keyps í RIT&RÁK.

M&K

 

Skriv et svar