Vinnararnir eru funnir! 2x gávukort frá Kafe Kaspar

So var 2. sunnudagur í advent longu her! Tíðin flýgur.

Matur er ein stórur partur av føroysku mentanini og tá vit vilja hugna okkum, skal tað helst innibera okkurt lekkurt til søtu tonna. Hesi gávukortini sum Kafe Kaspar hevur latið, geva grundarlagið til júst hetta. Ikki einans gott til góman, men eisini hugnaligar umstøður.

12316237_10153728740733554_5320384989269954639_n

Vinnararnir hesa vikuna eru funnir og eg haldi tað verða so stuttligt at kunna verða við til at forkela onnur. Ein segði við meg í gjár “Vígdis, eg haldi tær dámar nokk so væl hatta við gávum, ella tað hevur nokk so nógv at siga fyri teg”. Og tað hevur tað faktiskt. Kanska ikki líka nógv at fáa, sum at geva. Tí eg veit at fólk eru ymisk og at fólk vísa kærleika og umsorgan á ymiskar hættir. Ein av mínum háttum er í hvussu er at geva viðkomandi eg eri góð við, eina fitta gávu. Hetta vísur at eg havi hugsað um viðkomandi og at fegin vil gleða hana/hann.

Hetta kemur heldur ikki frá fremmandum, tí eg eri uppvoksin við at fáa nógvar gávur á føðingardegi og á jólum. Tá dugdi eg ikki serliga væl at vera takksom fyri tað eg fekk, men nú havi eg fingið eina nýggja áskoðan á tað og eg gleðist um alt eg fái. Tað sum oyðileggur tað at fáa, er tá vit hava eina ímyndan av at vit fáa okkurt, og kanska eisini eina vón um at gávan skal verða okkurt ávíst. Heldur burdu vit lagt tað til síðis og sett fokus á tankan handan gávuna og hvussu heppin vit eru at hava møguleika til at forkela hvønn annan við materialistiskum gávum. Tað eru jú ikki øll sum hava hendan møguleikan og eg trúgvi at vit øll eru klár yvir, at hetta bara er eitt pluss og ikki nakað sum í síðsta enda hevur nakran týdning, í mun til allar tær “ikki materialistisku” gávurnar.

Eg gangi hvussu er ikki og mangli nakað og tí kenni eg ikki tørv á at ynskja mær annað í jólagávu, enn tað onkur heldur eg kundi verði glað fyri.

Gávur, gávur, gávur.. Tað er orðið á varrunum hjá okkum øllum í desembur mánaða. Og sum sagt, so hava Kafe Kaspar og SukurSøtt tvær gávur til tveir hepnar vinnarar.

Vinnararnir hesuferð er:

Ása Poulsen. Hon fær 1x GÁVUKORT – Gløgg og holukøkur til 4 fólk í Kafe Kaspar.
Guðrun Gripsheygg. Hon fær 1x GÁVUKORT – Heitt kakao og heimagjørd køka til 4 fólk í Kafe Kaspar.

screen-shot-2016-12-04-at-10-39-52

Tit kunnu seta tykkum í samband við meg og fáa at vita hvussu tit fáa fatur á vinninginum.

Takk til tykkum øll sum luttóku! Í komandi viku byrjar ein nýggj kapping og eg eri sera spent at vísa tykkum hvat vinningurin er.

Havið ein framhaldandi góðan sunnudag.

M&K

Skriv et svar