VINNARIN av “Divaderme Browextender” er funnin!

So var fyrsti sunnudagur í advent her og tað merkir at vit hava funnið fyrsta vinnaran í adventskalendara kappingini hjá SukurSøtt! Undirtøkan hevur verið góð og tað er stuttligt at sleppa at forkela eina damu í dag.

matas-kalendari

Eg havi sjálv avtalað við sjeikin at vit fara at geva hvørjum øðrum gávur hvønn sunnudag í advent, (eg haldi ikki at hann var líka spentur uppá tað sum eg) men nú fáa vit at síggja. Eg kundi keypt gávur til fólk hvøøønn dag. Eg haldi tað er soo stuttligt at finna okkurt lekkurt til onkran man er góður við. Ikki tí at tað skal verða tað sum vísur at man er góður við viðkomandi, men eg haldi at tankin og tað at man so gjarna vil geva viðkomandi okkurt yvirraskilsi, tað vísur at man hugsar um ein og vil gleða ein.

Eg vóni at vinnarin í dag verður glað fyri hendan vinningin. Eg hevði í hvussu er verið fegin um eg fekk hendan browextendarin í gávu.

Allright tit! Nú skal eg nokk kunngera tað…

VINNARIN BLEIV (drumroll….)

MARITA KJARTANSDÓTTIR EGHOLD

screen-shot-2016-11-27-at-09-37-39

Hjartaliga tillukku við vinninginum Marita. Tú ynskti tær litin “Cappuchino brown” og hann skalt tú fáa. Tú fært eini boð sendandi um hvussu tú fært fatur á vinninginum 🙂

Stóra tøkk til tykkum allar sum vóru við í kappingini og sjálvt um tit ikki vunnu hesuferð, so eru fleiri møguleikar eftir enn, tí longu mikudagin byrjar ein nýggj kapping og tá kunnu tit aftur verða við!

Og ikki at gloyma, stóra takk til MATAS í SMS fyri at stuðla adventskalendarinum hjá SukurSøtt. Uttan stuðulin hevði ongin kalendari verið, so túúúúsund takk!

Skriv et svar