VINNARIN er funnin! #Gómagott

Vinnarin av gávurkortinum til Gómagott er funnin! Undirtøkan hevur verið sera stór, og tað skilji eg væl. Ongin sigur nei takk til góðar køkur og sjokulátu. Mums!

Tað eru heilt sikkurt nógvar mammur, ið verða forkelaðar eitt sindur eyka í morgin. Ongin sigur at tað skal verða ein materialistisk gáva. Tað kann eisini verða ein fittur tanki, ella bara tíð saman við mammu síni. Hjá Gómagott kanst tú uppliva eitt sindur av báðum. Tað ger jú ikki hugnaligu løtuna verri, tá man samstundis kann njóta okkurt lekkurt. Tað duga tær í Gómagott, so heilt sikkurt at bjóða inn til.

Náhh, men eru tit spentar??

Eg havi verið ein ordans gella! Ístaðin fyri at vísa tykkum navnið á her, so mugu tit eitt klikk víðari, fyri at finna útav um tað er tú, sum er hepni vinnarin. Hvat tá? Ongin segði at tað skuldi verða lætt.

So um tú hevur luttikið í kappingini, so kanst tú trýsta á HER fyri at síggja hvør vinnarin er! Er tað tú? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg, umvegis facebook síðuna hjá SukurSøtt, so fært tú nærri boð.

Vit vilja sjálvandi siga TÚSUND TAKK til Gómagott fyri stuðulin, og ynskja øllum einum góðan mammudag í morgin.

M&K

Skriv et svar