Vinnarin er funnin!

Eg fekk loyv at burturluta tvey eintøk av spildur nýggja Ó blaðnum, til mínar fittu lesarar.

Hetta er aðru ferð at eg skrivi fyri Ó blaðið. Hetta er komið av, at mín hugur at skriva, er vorðin alsamt størri. Við Ó blaðnum, kann eg miðvíst mennast og gerast betur at skriva. Samtíðis haldi eg tað verða sera áhugavert at sleppa at fáa samrøður við persónar niður á pappír. Mær dámar væl at hoyra um lívssøgur hjá menniskjum, og læra um hvat hevur leitt tey tann vegin tey hava valt.

Í hesum blaðnum, havi hava eg havt nakrar ymiskar uppgávur. Útyvir at gera lekkrar uppskriftir, havi eg eisini gjørt eina samrøðu við mannin á forsíðuni, Danny og við Rakul, sum lesur búskaparfrøði á Setrinum. Tað var veruliga ein fragd at fáa loyvi at hoyra um teirra gerandisdag, hugsanir og bera teirra søgu víðari til almenningin. Føroyar eru á tremur við áhugaverdum persónum, og Ó er ein pallur har vit royna at fáa sett fokus á hesi.

Óblaðið inniber so nógv fjølbroytt og viðkomandi fyri føroysku lesararnar. Tað er nemliga nokk so stuttligt, at síggja kend andlit í blaðnum, og tað eru fólk frá ymsum ættum í landinum.

So hepni vinnarin hesuferð, sum eisini fær eitt eintak at geva einum vini, gjørdist:

>> Mirjam Eriksen <<<

Hipp hipp hurrááá! 😀 Tú ert vælkomin at seta teg í samband við meg, umvegis facebook síðuna hjá SukurSøtt.

Omanfyri eru nakrir bredlbitar úr blaðnum.

M&K

Skriv et svar