Vit eru klár til VIÐ BRÚNNA í morgin!

So er tað í morgin, at vit fara á pallin til Við Brúnna!

13246364_1163580886995837_7473419325066816910_o

Nú havi eg ikki sungið so nógv í seinastuni, og tað eru nógv ár síðani eg spældi við fullum bólki afturat mær. Men hetta er fantastiskt! Vit hava vant í ungdómshúsinum á Oyri og hetta er eitt deiligt hús, við góðum hentleikum. Fyriskiparnir av Við Brúnna hava sett ein bólk saman, sum skulu spæla undir hjá Annette, Guðrun Sòlju og mær. Tònleikarnir eru onki minni enn fantastiskir! Teir eru Mikkjal Hvannastein, Magni Husgaard, Rúni Wolfang og Eyðun Johannesen. Vit hava haft nakrar hugnaligar venjingar og lagið hevur verið í topp! Tað er altíð eitt sindur stuttligari, um man kann hava tað hugnaligt og vera effektivur samstundis.

IMG_2809

Við Brúnna var soo hugnaligt og væleydanð í fjør, so eg vóni at tað verður tað sama í ár. Hýrurin á fólki plagar at vera góður og um veðurgudarnir ikki pella, so verður tað eisini turt í morgin.

Eg fari at framføra tvey egin løg og trý cover løg, so tað er ein góð blanding av kendum og ókendum. Eg havi avgjørt at eg ikki fari at verða nervøs! Hehe.. tað tími eg ikki, tí tað fái hvørki eg ella áhoyrarnir nakað burturúr. Ihhh, men eg eri spent!! Tað skal nokk blíva stuttligt.

Nú gleða vit okkum bara at koma á pallin í annaðkvøld! Tað verður eitt ordans brak, so eg vóni at síggja nógv av tykkum. Vit fara á pall kl.19.45 og IKKI kl.23, sum tað onkra staðni er lýst.

Vit síggjast!

M&K

Skriv et svar